Vinna

Framtíðar flogið í Vágum

Her er skráin til tiltakið, sum verður mánakvøldið kl. 19:00 í Marghøllini í Sørvágs Skúla.

2024-04-13 02:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fyrsta flogfarið undir vanligari flogferðslu lendi í Vágum fyri 61 árum síðani. Síðani tá eru hendar nógvar broytingar, tí virksemið er vaksið nógv bæði so og so.

Men hvussu er skilabest at skipa flogvøllin í framtíðini? Hendan og fleiri aðrar spurningar setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvølvdið í Marghøllini í Sørvági. Tiltakið byrjar kl. 19:00.

Á skránni vera fleiri framløgur. Eitt nú koma umboð frá Vága Floghavn, Atlantic Airways og Farcargo at leggja fram. Meira kunning kemur seinni, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder