2025-09-07 18:34

Góðar keldur siga okkum, at frystigoymslurnar í Føroyum eru nærum fullar, tí er altumráðandi at fáa avskipað, nú svartkjaftaveiðan fer at byrja.
Fleiri skip eru komin í havn, men bíða eftir landingartørni, tey hava øll makrel.
Hoyvík kemur á Fuglafjørð við 600 tonsum og Tasiilaq, sum landar 470 tons á Tvøroyri, skal eisini landa skal eisini landa 660 tons í Fuglafirði.
Á Tvøroyri liggur Katrin Jóhanna við 400 tonsum, sum teir skulu landa aftaná Tasiilaq og Arctic Voyager kemur á Tvøroyri í kvølld við 830 tonsum, Eysturbúgvin kemur eisini á Tvøroyri í kvøld við 370 tonsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald