Mentan

Fuglatúrur

.

2025-05-30 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

2. Hvítusunnudag gera vit ein heilt serligan túr við Gróthúsvatn, har vit hava fingið Silas Olofson við síni stóru vitan um fugl í Føroyum, at greiða okkum frá um tað sera stóra og serliga fuglalívið við Gróthúsvatn. Sambart Silas eru tað yvir 50 ymisk fuglasløg sum halda til við vatni.

Vit byrja við Sands skúla kl 15.00 og ganga eftir vegnum inn í Brekkir.

Við vegendan inni í Brekkum fáa vit kaffi og okkurt gott afturvið.

Túrurin er 2-3 tímar.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder