Mentan

G! festivalurin verður hildin í Leirvík í ár

G! festivalurin kunngerð í dag, at festivalurin, sum vanliga hevur verið staðsettur í Syðrugötu, í ár verður hildin í Leirvík.

2026-04-01 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eysturkommuna hevur fleiri bygdir, og tí hevur í nökur ár verið arbeitt miðvíst við fyrireikingum, at fáa festivalin hildnan runt í öllum bygdunum í kommununi. Hettar fer at ökja um bæði trivna og samanhald.

Ökið uppi við fótbóltsvöllin er sera væl egnað til at halda festival á, og hövuðspallurin verður á fótbóltsvöllinum. Tí verður talan um sannar stadionkonsertir, sum verða hildnar í ár.
Gamla LÍF húsið er sera væl egnað til backstage og matarhöll, tí húsini eru í sera góðum standi við góðari útgerð til slíkt. Eisini eru parkeringsviðurskiftini á ökinum avbera góð.

Høgni Lisberg, sum umframt at vera bókari á G! festivalinum, eisini er leirvíkingur, sigur at hann fegnast um, at tað endiliga er eydnast at koma á mál við hesum arbeiðinum, og at festivalurin loksins kann verða hildin í heimbygdini. Eisini leggur hann skemtiliga afturat, at tað verður stuttligt at koma niðan á völlin í Leirvík við onkrum sum hann dugir væl, í mun til, tá ið hann sum piltur spældi fótbólt har uppi, og úrslitið var heldur ivasamt.

G! festivalurin verður hildin dagarnar 16.-18. juli í ár, hesuferð í Leirvík.
Tú MÁST fara!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder