Vinna

Gadus sett kós móti Føroyum

Stóri verksmiðjutrolarin hjá JFK verður væntandi á Klaksvík sunnudagin 15. oktober.

Mynd: Nordlýsið.

Mynd: Nordlýsið.

2023-10-03 22:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Verksmiðjutrolarin hjá JFK-Trol hevur loyst úr Turkalandi, og hevur sett kós móti Føroyum.

Norðlýsið skrivar, at Gadus væntandi verður á Klaksvík sunnudagin 15. oktober.

Gadus sum er 88,1 metrar langur og 18,3 breiður, varð yvirtikin hósdagin í síðstu viku.

Skipið lastar um 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.

Kostnaðurin fyri nýggja Gadus fer at liggja um 450 mió. kr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder