HSF: Portugal sýntust at vera ágrýtnari frá byrjan í dag, hetta í mun til dystin millum liðini mikudagin. Tær spældu skjótari og gjørdu eisini færri villur. Føroyska spælið var eisini á einari leið, og komu okkara til málmøguleikar. Stóri munurin var tó neyvleikin, har Føroyar brendu og brendu. Skoringsprosentið hjá Føroyum var heilt niðri á 33% í fyrra hálvleiki. Tá Jessica Ferreira ikki stóð fyri í portugisiska málinum, vóru tað stengurnar, ið forðaðu. Hóast okkara royndu, kendist tað sum einki riggaði. Føroyar runnu aftaná allan fyrra hálvleik og var støðan 15-8 við steðgin.
Føroyar spældu 7 móti 6 frá byrjan í seinna hálvleiki, men enn var spælið trilvandi og nakrar villur at byrja við. Spakuliga batnaði føroyska verjan tó, og Annika Fríðheim Petersen, sum var komin inn í føroyska málið, gjørdi veruliga mun, hon stóð við 40 í bjargingarprosenti, tá dysturin var av. Føroyar hálaðu inn og fóru frá 19-10 við 35 minuttir niður á 21-20 við 53 minuttir. Føroyar megnaðu tó ongantíð at koma nærri og vunnu Portugal 25-23. Tað var tó týdningarmikið Føroyar minkaðu somikið um munin somikið í seinna hálvleiki, at í so fall at liðini enda jøvn í stigum, so eru Føroyar betri innanhýsis.
Næstu dystirnir hjá Føroyum verða ávikavist á heimavølli 8. apríl móti Íslandi og á útivølli 12. apríl móti Montenegro. Tástaðni fæst greiði á, hvørt Føroyar vinna seg til EM-endaspælið.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 6
Pernille Brandenborg 4 (1)
Súna Krossteig Hansen 4 (1)
Jana Mittún 3
Rannvá Olsen 11
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Elsa Egholm 1
Málverjar:
Rakul Wardum 20 min, 3 bjargingar, 19%
Annika Fríðheim Petersen 40 min, 8 bjargingar 40%
Dystargongdin Portugal – Føroyar:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-5
20 min: 8-6
25 min: 12-7
30 min: 15-8
35 min: 19-10
40 min: 19-13
45 min: 19-14
50 min: 20-17
55 min: 22-20
60 min: 25-23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald