Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 29.04.2026 kl.17:00 – 17:40
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elsebeth Tausen
- Tóki Joensen
- Helena Heðinsdóttir Guttesen
- Jóhan á Ørg
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri hava Elias Davidsen og Hugin Skaalum boðað frá, at teir ikki kunnu møta á fundinum. Tiltakslimir Elsebeth Tausen fyri Elias Davidsen og Jóhan á Ørg fyri Hugin Skaalum hava fingið fundarboð og játtaðu at møta.
Mál nr. 28/2026
J.nr. 211-4-2026
2. viðgerð av eykajáttan til konto 6.30.41.380
Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan til konto 6.30.41.380 íløga kloakk
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 500.000,- til konto 6.30.41.380 Í kloakk.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at broyta eykajáttanina frá kr. 500.000,00 til kr 1.000.000,00
Peningurin verður at taka av tøkum peningi
Mál nr. 32/2026
J.nr. 211-6-2026
1. viðgerð av eykajáttan til útiøkið rundanum Messuna
Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan til útiøkið rundanum Messuna .
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd mælir til at kanna møguleikan at leggja avfresa tilfar á økið.
Tilmæli 23.04.26: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 500,000,00 til konto 7.38.14.380 Bátahylurin, havnir og lendingar, til at leggja avfresa tilfar á uttanum økið við Messuna
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.
Mál nr. 33/2026
J.nr.219-20-2026
Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2026 – Sørvágs Bygdarsavn
Málslýsing: Sørvágs Bygdarsavn søkir um stuðul fyri 2026
Tilmæli 14.04.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs bygdarsavni við kr. 72.000,00 fyri árið 2026
Tilmæli 23.04.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 34/2026
J.nr.542-107-2025
Umsókn um loyvi at innrætta úthús á matr. nr. 339c í Sørvági
Málslýsing: Eigarnir av matr.339c í Sørvági, søkja um loyvið at innrætta úthúsið sum stendur á ognini.
Tilmæli frá vinnunevndini 01.04.2026:
Vinnunevndin metir ikki at, tað er ein skilagóð loysn at geva loyvi til slíka bygging, og ætlar ikki at geva tann møguleika í nýggju byggisamtyktini
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd tekur undir við Vinnunevndini um ikki at geva byggiloyvi, tí samb. byggisamtyktina er ikki loyvt at hava tvær búeindir á sama matrikkli.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Vinnunevndini.
Mál nr. 35/2026
J.nr.541-15-2026
Marknaumskipan millum matr. 62h og matr. 62a í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um marknaumskipan millum matr. 62h og 62a í Sørvági.
Matr. 62h letur uml. 13 m2 til matr. 62a og 62a letur uml. 13m2 til matr.62h
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd viðmælir marknaumskipanina millum matr. 62h og matr. 62a í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 36/2026
J.nr.542-50-2026
Søkt verður um loyvi at hækka verandi útbygning á útbygningi á sethúsinum á matr. 88d í Sørvági.
Málslýsing: Sp/f Vága Smíð søkir vegna Bjartur Randrup, um loyvi at hækka verandi útbygning á sethúsinum á matr. 88d í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at geva byggiloyvi vísandi til tekning. Hækkingin av tekjuni hevur ikki ávirkan á onnur viðurskifti við byggingini
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 37/2026
J.nr.542-43-2026
Umsókn frá Vága Floghavn um byggiloyvi til stálhøll á matr. 427a
Málslýsing: Umsókn frá Vága Floghavn um byggiloyvi til stálhøll á matr. 427a
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til, at játta áramálssetta byggiloyvið vísandi til umsókn og tekningar. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 38/2026
J.nr.541-87-2026
Umsókn um samanlegging av matr. 422q og matr. 422ac í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um samanlegging av matr. 422q og matr. 422ac í Sørvági.
Tilmæli 22.04.26: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um samanlegging av matr. 422q og matr. 422ac í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald