2025-06-26 16:28

Fyri løtu síðan varð boðað frá eini grind í Vestmannasundi.
Kl. 17.00: Uppdatering: Grindin er í løtuni ½ fj. heiman fyri Slættanestanga, tað er bara ein bátur hjá grindini - sýslumaðurin sigur, at hon verður ikki hildin til í Vestmanna ella í Leynum, um hon verður rikin á Sandavág ella Miðvág veit hann ikki í løtuni, men tað er nýkomið vestfall og tað harðnar sum dagurin gongur - so enn er ivasamt hvat hendir við grindini.
Kl. 18: Uppdatering: Bátarnir eru farnir til hús t.v.s. at grindin verður ikki hildin til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald