Annað

Grindaboð í Vestmannasundi

Grindin verður hildin til á Leynum

2025-06-12 14:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í løtuni liggja bátar hjá einari grind í Vestmannasundi. Grindin verður hildin til á Leynum, og er grindaøki lýst í 1. fj. Í allar ættir.

Dagført kl 16:03: Sýslumaðurin sigur, at mett verður at talan er um omanfyri 100 hval og tað gongur ein løta áðrenn grindin verður hildin til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder