Mentan

Grindamannafelagið fegnast

Løgtingið hevur í gjár endaliga samtykt, við 28 atkvøðum fyri og 0 atkvøðum í móti, at veiða og fiskiveiða eru ikki fevnd av djóravælferðarlógini.

2026-05-27 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Grindamannafelagið fegnast um lógarbroytingina, tí nú er endaliga staðfest, at tað er grindalógin og grindakunngerðin, sum er galdandi tá tað eru grindaboð. Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina.

Broytingin verður endaliga lýst ein av komandi døgunum, og lógartekniskt verður linari ásetingin brúkt, í møguligum málum sum liggja í skipanini, tá lógarbroyting verður gjørd. Hetta merkir vónandi, at ákærur ímóti grindafólkum fyri brot á djóravælferðarlógina, nú verða sleptar av ákæruvaldinum.

Grindamannafelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder