Ítróttur

H71-kvinnurnar eru ávegis til Serbia

-

2022-01-07 12:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


H71 skrivar:

Í morgun fóru H71-kvinnurnar úr Føroyum til Danmarkar, og síðani ferðast tær víðari úr Svøríki til Serbia, har tær sunnudagin spæla fyrra dystin í áttandapartsfinaluni í EHF Europa Cup-kappingini.

Eftir fyrst at hava vundið burtur úr norður-makedonska WHC Cair úr Skopje við tilsamans 25 málum og síðani smurt sveitsiska Spono Eagles av við átta málum, er H71 nú millum 16 tey bestu liðini í EHF Europa Cup í ár og á skránni eru nú áttandapartsfinalurnar.

Mótstøðuliðið er serbiska ZRK Naisa Nis, sum í løtuni er fjórðfremst í bestu serbisku deildini. Serbiska mótstøðuliðið kann væntast at vera munandi størri mótstøða enn hini bæði liðini, H71 hevur sligið út, men venjararnir hjá H71 hava fyrireikað seg upp á sama máta sum til undanfarnu dystir:

– Vit gera upp á sama máta, sum vit hava gjørt higartil, at vit fyrst og fremst hyggja at, hvat mótstøðuliðið hevur at koma við. Tað hevur riggað væl, so tað gera vit sjálvandi aftur hesaferð, sigur annar av venjarunum, Mark Lausen-Marcher, ið saman við Inga Olsen hevur hugt at dystum hjá ZRK Naisa Nis.

Dyrgja við ókeypis atgongd

– Her er talan um ein heilt annan spælistíl, enn hini bæði liðini høvdu, staðfestir Mark, ið saman við restini av ferðalagnum kann vænta sær eitt sindur av eini “móttøku” sunnudagin, tí serbiska felagið ger alt fyri at fáa sínar stuðlar at møta upp.

Á heimasíðuni hjá ZRK Naisa Nis verður sagt, at tey eru greið yvir sínar vantandi altjóða royndir, so tí vilja tey hava so nógvar áskoðarar sum gjørligt at koma at stuðla. Eisini dyrgja tey við, at tað er ókeypis atgongd til dystin niðri í Nis, sum er sunnudagin klokkan 17.30, føroyska tíð. Dysturin kann síggjast her:https://youtu.be/YygH0v2GcDk


Okkara vón er sjálvandi, at H71-kvinnurnar koma so mikið væl burtur úr torføra útidystinum, at nakað er at spæla um, tá ið liðini um góða viku møtast aftur í Føroyum. Seinni áttandapartsfinaludysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin 15. januar klokkan 14.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder