Ítróttur

H71-menn føroyameistarar 2024

H71-menn tryggjaðu sær í gjárskvøldið Burn FM-heitið 2024 eftir fjórðu finaluna móti KÍF. H71 blivu nummar tvey í grundspælinum, men hava verið best í endaspælinum. H71 hava nú vunnið tríggjar av fýra finalum móti KÍF og kunnu rópa seg føroyameistarar 2024.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2024-05-02 06:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dysturin í gjárskvøldið lá til H71 frá byrjan, men góvu kollfirðingar ongantíð upp. Hóast H71 vóru frammanfyri 21-14 í hálvleikinum, so komu kollfirðingar aftur og var munurin bert trý mál, 26-23, 10 minuttir inn í seinna hálvleiki. H71 megnaðu tó at halda seg frammanfyri við nøkrum málum restina av dystinum, og kunnu nú rópa seg føroyarmeistarar. Tað er merkisvert, at miðalaldurin á H71-liðnum einans er góð 20 ár.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
21.04.24 H71 – KÍF 31-28
24.04.24 KÍF – H71 24-23
27.04.24 H71 – KÍF 39-36
01.05.24 KÍF – H71 32 – 37

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder