Politikkur

Haldførisávísin er -4 prosent, ið merkir, at útreiðslurnar veksa nógv meira enn inntøkurnar

Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ, ið merkir, at almennu inntøkurnar ikki megna at fylgja við almennu útreiðslunum í framtíðini. Tí er neyðugt at hækka inntøkurnar, eitt nú við at taka størri tilfeingis- og tøkugjald frá ávikavist fiskivinnuni og alivinnuni, og at lækka útreiðslurnar við at gera nýskipanir.

2026-10-05 16:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Úrslitið í grundframlitinum í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er ein haldførisávísi á -4% av BTÚ í 2026. Tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast, fyri áleið 1,2 mia. kr. í miðal árliga, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini. Úrslitið er treytað av, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at almennu veitingarnar veksa við lægri ferð, enn lønirnar. 

Hetta úrslitið er enntá treytað av, at pensjónsaldurin framhaldandi verður hækkaður frá 2040, og at almennar veitingar veksa seinni, enn lønirnar. Greiningin vísir sostatt ein greiðan ójavnvág millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, sum kunnu væntast í framtíðini. 

Øll átøk, ið hækka inntøkurnar ella lækka útreiðslurnar hjá tí almenna, eru amboð, ið kunnu nýtast í gongdini at tryggja fíggjarpolitiska haldførið. 

Øktir skattir á borgarar og vinnu geva eitt íkast til at fáa fíggjarpolitikkin haldføran. Partar av fiskivinnuni hava, eins og alivinnan, stór yvirskot, sum benda á, at tað er ein yvirnormalur vinningur í hesum vinnum (tilfeingsirenta), sum landið kann krevja inn. 

Nøkur dømir um sparingar í útreiðslunum, sum Búskaparráðið fyrr hevur víst á, er, at lækka talið av kommunum, at fáa dupultfunktiónir burtur í eitt nú sjúkrahúsverkinum, og millum land og kommunur á almannaøkinum. Somuleiðis eru nógvir smáir fólkaskúlar og stovnar, bæði í almannaverkinum og á eldraøkinum. Eisini verða makrelkvotur latnar skipum, sum ikki eru útgjørd til at fiska makrel, og slíkar skipanir eru almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg. 

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder