Hagtøl hjá Føroya Politi vísa púra greitt, at mál um barnaporno og kynsligt samband við børn undir 15 ár, eru skjótt vaksandi trupulleikar í Føroyum – frá 13 fráboðanum í 2020 til 109 fráboðanir í 2024!
Harafturat vísa hagtøl, at tað er vanligt at børn heilt niður í 6, 7 og 8 ár koma fram á groft pornografiskt tilfar á netinum. Samstundis bera føroyskir miðlar tíðindi um, at brotsmenn “grooma” børn á eitt nú væl dámda telduspælinum Roblox.
Hetta er alt grovur harðskapur ímóti okkara børnum!
Hesum vil eg steðga, saman við hinum í Miðflokkinum, m.a. við hesum ítøkiligu uppskotunum:
Tryggari internet til børn og ung
Aldursmark skal setast á sosialar miðlar og á porno og annan ágang á internetinum. Umframt hetta verða greiðar leiðbeiningar gjørdar til foreldrini, sum hava høvuðsábyrgd av sínum børnum.
Harðari revsing fyri kynsligan ágang
Kynsligur ágangur, serliga tann, ið er framdur ímóti børnum, skal revsast harðari. Harumframt skal Løgreglan fáa betri amboð, eitt nú talgild amboð, sum gera tað lættari at fanga brotsmenn sum “grooma” og gera seg inn á børn.
Steffan Klein Poulsen,
Valevni hjá Miðflokkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald