Mentan

Hátíðarløta um Jens Paula Heinesen

Tiltakið verður í kvøld kl. 19. á Fiskastykkinum í Sandavági

2022-11-28 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Mánakvøldið 28. november kl. 19.00 verður skipað fyri hátíðarløtu úti á Gjógv í Sandavági, har dóttir Jens Paula Heinesen, Elin Brimheim Heinesen, fer at greiða frá um pápa sín og skaldskap hansara, umframt framføra sangir, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápanum. Hátíðarløtan verður fyriskipað, tí leygardagin 12. november vóru 90 ár, síðani virknasti rithøvundur í Føroyum í sínari tíð, Jens Pauli Heinesen, varð borin í heim. Í sambandi við hátíðarhaldið verður eisini nýtt skelti við lýsing av Jens Paula sett upp við standmyndina av honum á miðstaðarøkinum í Sandavági.
Stórt hátíðarhald var í Norðurlandahúsinum í Havn sjálvan ársdagin, sum dóttir Jens Paula, Elin Brimheim Heinesen, skipaði fyri, har løg hjá henni til yrkingar hjá Jens Paula vórðu framførd saman við Føroya Symfoniorkestri, kórinum Tarira, Tórshavnar Manskóri og italska konsertpianistinum Enzo De Rosa. Tað eru hesar yrkingar, ið Elin m.a. fer at tosa um og syngja á hátíðarhaldinum í Sandavági, tó í meira einfaldari útgávu saman við Eyðun Mohr Hansen á gittar.
Jens Pauli vaks upp í Sandavági, foreldur hansara vóru Petur Heinesen á Lofti, kongsbóndi úr Sandavági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen, úr Hesti. Eftir hann liggja út við 40 verk – stuttsøgusøvn, skaldsøgur, sjónleikir v.m.
Jógvan Isaksen, rithøvundur, bókmentafrøðingur og ummælari sigur m.a. soleiðis um Jens Paula:
“Jens Pauli Heinesen er einahelst Føroya virknasti rithøvundur. Samanrenningin av treiskni, góðvarni og einum ómetaligum arbeiðshugi hevur til í dag lagt úti við fjøruti bøkur eftir seg. Men tað er ikki bara nøgdin, ið ger Jens Paula Heinesen til ein av fremstu høvundunum í føroyskum bókmentum, tað er sanniliga eisini hetta at seta sær høg mál og uttan at víkja ein tumma halda kósina eitt langt lív. Tað hevur alla virðing uppiborna.”
Vælkomin til hátíðarløtuna úti á Gjógv í Sandavági mánakvøldið 28. november 2022 kl. 19:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder