Annað

Hava fingið 30 fráboðanir um vindskaðar

Nógvi vindurin hevur gjørt nakrar skaðar kring landið í nátt

2025-12-10 07:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at tey hava fingið 30 fráboðanir um vindskaðar. Tann fyrsta kom klokkan 17:30 í gjár, og tann seinasta tey hava fingið kom klokkan 04:45 í nátt.

Tær flestu fráboðanar eru komnar úr Vágum, Klaksvík, Kollafirði og Eystur kommunu. Talan er m.a. um húsaklædningar og tekjur. Í Leirvík bleiv Mataráin so stór, at hon fleyt yvir, og vatn kom í fleiri kjallarar.

Annars verður eisini upplýst av løgreglustøðini, at á middegi í gjár fingu tey eina fráboðan um innbrot hevði verið í Sjónleikahúsinum í Havn. Har vóru drykkivørur tiknar.

Á Havnavegnum vóru fimm bilar tiknir at koyra ov skjótt í gjár. Tveir bilførarar fingu klipp og trý fingu treytaða frádøming. Tey koyrdu millum 76 og 84 km/t.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder