Vinna

Hava gjørt 1500 metrar av gøtu og er brúgv gjørd um ánna úti á Grøv

Tað eru nógv ferðafólk og føroyingar annars, sum leita sær út á Trælanípu hvørt ár.

2025-11-17 21:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er felagið Rituberg, sum tekur sær av teimum ferðafólkunum, sum ganga í haganum á Nípu.

Rituberg hevur í seinastuni arbeitt við, at betra um gøtuna út á Trælanípu, og eru í seinastuni betra um teir fyrstu 1500 metrarnar, og er gøtan nú tveir metrar breið. Arbeiði er gjørt út til ánna úti við Grøv. Úti á Grøv er nú brúgv eisini sett upp. Gunnar Nattestad, sum er stjóri í Rituberg sigur, at arbeiði at breiðka og betra um gøtuna heldur fram í vár. Tá ið arbeiði er liðugt er betra um 4000 metrar av gøtu.

Felagið hevur eisini keypt sær ein stóran ATV og vogn, sum verður brúkt til at flyta tilfarið til gøtuna. Umframt tað hevur felagið eisini gravimaskinu og tveir minni-dumparar at arbeiða uppá gøtuna við.

ATV-vognurin er gjørdur til flutning av fólkum, sum koma illa fyri, og mugu koyrast heim aftur.

Sí eisini:

Viðmerking til skriv frá Vinnumálaráðnum.

Sí skrivi frá Vinnumálaráðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder