2025-08-21 21:12

Seinastu árini hava fleiri og fleiri fingið áhugað fyri at súkkla, og nú hildu fólk í Vágum at tíð var uppá at fáa stovna eitt felag fyri súkkling í Vágum.
Fleiri súkkluáhugað vóru á stovnaði aðalfundinum hjá Vága súkklufelag, sum var hildin í Miðvági mánakvøldið.
Endamál hjá Vága súkklufelag er at geva limum felagsins best møguligu umstøður at súkkla.
Í fyrstu nevnd felagsins eru vald Jóanis Albert Nielsen, Jana Egholm og Per Olesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald