Vinna

Havbúnaðarfelagið hevur havt aðalfund

Havbúnaðarfelagið hevur lagt fram ársfrágreiðingina fyri 2025

2026-06-02 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Frágreiðingin vísir, at 2025 gjørdist eitt metár fyri føroyska alivinnu við hægstu framleiðslu higartil. Samstundis staðfestir frágreiðingin, at føroyskur havbúnaður hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin, arbeiðspláss kring landið og fyri føroyskan útflutning.

Frágreiðingin lýsir eisini tær stóru broytingarnar og avbjóðingarnar, sum vinnan stendur mitt í – bæði við atliti at altjóða marknaðarviðurskiftum, lívfrøðiligum avbjóðingum, burðardygd, marknaðaratgongd og tørvinum á tryggum og kappingarførum kørmum fyri framhaldandi menning og íløgur.

Havbúnaðarfelagið vísir samstundis á, at føroyska alivinnan seinastu árini hevur ment seg til eina av fremstu alivinnunum í heiminum. Hetta byggir á stórar íløgur, vitan, gransking og tætt samstarv millum vinnu og myndugleikar.

Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum kann lesast her

Nevndin heldur fram
Á aðalfundinum stóð Atli Gregersen fyri vali, og hann varð afturvaldur í nevndina í tvey ár. Í nevndini sita sostatt Regin Jacobsen, Hans Jákup Mikkelsen og Atli Gregersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder