Á Ferðavinnustevnuni, sum var hildin á Hotel Hilton í kvøld, vórðu tríggir serligir heiðrar latnir fyri týdningarmikil avrik í føroysku ferðavinnuni. Handað varð fyri Ársins ferðavinnufólk, Ársins átak og Ársins avrik.
Ársins ferðavinnufólk: Fríðun Jacobsen
Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, sum dagliga mynda gestaupplivingina í Føroyum – teimum, sum eru í beinleiðis samskifti við ferðafólk og fáa alt at rigga. Í ár fór heiðurin til Fríðun Jacobsen.

Í grundgevingini varð m.a. sagt:
“Vinnarin í ár er ein, sum fær alt at rigga. Hon krevur ikki stórvegis rúm, men dugir at skapa rúm fyri øðrum – gestum, starvsfeløgum og øllum teimum, sum fáa gleði av hennara arbeiði. Í nógv ár hevur hon verið lívæðrin í føroysku ferðavinnuni og er ein ímynd av tí besta, vit hava at bjóða. Hon kennir hvørja ferðaleið og hvørja smálut, men fyrst og fremst veit hon, hvussu vit fáa gestir at kenna seg vælkomnar, glaðar og tryggar”.
Ársins átak: við Tjarnir
Heiðursbrævið Ársins átak verður latið teimum, sum hava dirvi at hugsa og arbeiða nýtt – og sum við sínum virksemi menna og styrkja ferðavinnuna. Í ár varð við Tjarnir kosið Ársins átak.

Í grundgevingini stóð millum annað:
“Vinnarin í ár tosar ikki bara um dreymar, men setir teir í verk. Átakið hevur skapt karmar, vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum, og hevur flutt mørkini fyri, hvat vit halda vera gjørligt. Her kunnu vit savnast, syngja, spæla, læra og halda ráðstevnur og konsertir alt árið. Staðið hevur longu givið Føroyum nýtt lív og nýggjar møguleikar”.
Ársins avrik: Poul Andrias Ziska
Heiðurin Ársins avrik verður latin teimum, sum hava lyft ferðavinnuna upp á eitt hægri stig og sett Føroyar á altjóða kortið. Poul Andrias Ziska fekk heiðursbrævið.

Grundgevingin ljóðaði soleiðis:
“Talan er um ein, sum longu sum ungur vísti, at hann hevði nakað heilt serligt. Við nærlagni, skapanarhugi og ómetaligum ágrýtni hevur hann prógvað, at føroyskar rávørur og føroyskur vilji kunnu røkka heimsins hægstu tindar. Hann hevur staðið á odda fyri einari menning, sum hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið – og nú endurvunnið stjørnurnar, sum øll tosa um”.
Dómsnevndin
Í dómsnevndini sótu:
- Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið
- Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands
- Annika Lisberg, Kunningarstovurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald