Annað

Heimapartar frá grindini í Leynum

Vága kommuna hevur fingið 26 hval til heimapartar frá grindini, sum legði beinini á sandinum í Leynum í gjár.

2025-06-13 13:10 Author image
Vága kommuna
placeholder

Byrjar verður at skera upp í dag kl. 14 inni á kaiini við Snarfrost, og heimapartarnir kunnu heintast sama stað frá kl. 17.

Heitt verður á fólk, um at koma og hjálpa til við at skera upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder