Ítróttur

Hesar byrja móti Norðurírlandi

Málverjin Valborg Østerø og miðvallarin Rúna Jacobsen fáa í dag sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum

2022-02-17 13:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkan 15.00 føroyska tíð byrjar vinardysturin millum Føroyar og Norðurírland, og greitt er longu frá byrjan,  at fleiri spælarar fáa debut á A-landsliðnum í dag. 

Valborg Østerø byrjar í føroyska málinum, og í verjuni byrja Maria á Lakjuni, Birita Ryan, Rakul M. Johannesen, Sarita M. Mittfoss og Ásla Johannesen. Rúna Jacobsen fær debut á føroyska miðvøllinum, sum hon mannar saman við Olgu Kristinu Hansen og Jensu K. Tórolvsdóttir. Julia Naomi Mortensen og Heidi Sevdal eru tær báðar fremstu í føroysku byrjunaruppstilingini. 

Á bonkinum hjá Føroyum eru: Monika Biskopstø, Julia Helena Dal Henriksen, Sanna Svarvadal, Kára Djurhuus, Tóra Mohr, Mirjam Huneck og Lena Olsen. 

Til ber at fylgja gongdini á www.dystir.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder