Systkini hjá Hjalmari vóru: Sigrid Maria f.1892, giftist til Vestmanna við Akku Johannesen, Zakaris f.1894, giftist við Elisabeth Johannesen av Mýrini í Sandavági, tey búðu í Oslo í Noregi, Dánjal f.1896, giftist við Onnu Kristinu Mouritzen úr Sørvági, tey búsettust í barnaheiminum hjá honum í Sandavági, og Hjalmar f. 9. februar 1899, giftist við Margrethu Petersen úr Sandavági f.16. oktober 1898.
Mamma Hjalmar doyði hin 20. mars 1901, einans 33 ára gomul. Tá var Hjalmar 2 ára gamal.
Niels Jakku giftist uppaftur við Atu Mouritsen f.1875, úr Sørvági. Tey bæði fingu 7 børn. Ella f.1908, giftist við Zachariasi Nielsen úr Sandvági (fyrra gifta), Fía f.1910 giftist til Havnar við Ólavi Hjalt, Hans Pauli f.1911 // d.1912, Hans f.1913 giftist við Bodil Thomassen úr Sandavági, John f.1914 giftist við Aslaj Thomsen úr Sandavági, Alfred f.1917 giftist við Tove Nielsen úr Danmark og Andreas f.1919, giftist við Fíu Johansen úr Sandavági.
Sostatt hevði Hjalmar 10 systkin, men beiggin Hans Pauli, doyði ársgamal.
![]()
Niels Jakku Nielsen, keypmaður og reiðari, f. 24.august 1866 // d. 3.august 1921.
Mynd: Hjalmar Páll Petersen.
Pápi Hjalmar, Niels Jakku Nielsen
Pápin, Niels Jakku, bygdi áfast í norðara enda á húsunum hjá Jákupi Zachariassen, sýslumanni, ið var ommubeiggi Niels Jakku. Jákup, sýslumaður, var ógiftur. Hann doyði 1871, tá Niels Jakku var 4 ára gamal. Húsini hjá Jákupi Zachariassen, gamli sýslumaður nevndur, komu sostatt at standa tóm. Frá 1872 til 1892 vórðu húsini hjá gamla sýslumanni brúkt til barnaskúla.
Hin 12. desember 1892 fekk Niels Jakku Nielsen handilsloyvi. Niels Jakku búði sum nevnt í norðara parti av lonini og fór at handla í sunnara parti av húsunum, sum Jákup Zachariassen bygdi umleið 1825, og eru hesi sostatt í dag elstu húsini í Sandavági. Niels Jakku handlaði í fyrstuni fyri Restorffs handil í Vágsbotni, men fór seinni at handla fyri seg sjálvan.
![]()
Guiding Star VA31 var fyrsta slupp skrásett í Sandavági. Úr myndasavninum hjá Eddi Leyni.
Niels Jakku var parteigari í fyrstu slupp, sum varð keypt til Sandavágs. Hetta var Guiding Star. Hin 22. november 1895 stovnaðu brøðurnir Norðan fyri Garð í Sandavági, Niels Jakku Nielsen, keypmaður, Joen Zakarias Nielsen (1868-1928), sýslumaður, Jákup Pauli Nielsen, tá skiparalesandi og Dánjal Petur Nielsen, skómakari, saman við Dánjali Niclasen, óðalsbónda Norðuri í Stovu í Sørvági og synum hansara Niclasi Niclasen, keypmanni í Sørvági og Rasmusi Niclasen, keypmanni í Miðvági, Vágoyggjafelagið A/S. 13 ára gamla sluppin Guiding Star, sum var 86 bruttotons, varð keypt úr Grimsby hin 17. oktober 1895. Kostnaðurin fyri hana var 5000 krónur. Teir 6 parteigararnir, har ímillum Niels Jakku, seldu sínar partar til Rasmus Niclasen í 1902. Sostatt var eingin slupp við heimstaði í Sandavági frá 1903 til 1906, tá sluppin Thor varð keypt til bygdina í mai 1906. Og stutt eftir, í oktober 1906, varð eisini sluppin Research keypt til Sandavágs.
![]()
Fyrsta fiskastykkið í Sandavági varð lagt niðanfyri Gamla skúla í 1903. Tað var Niels Jakku Nielsen, sum skipaði fyri og átti. Í sambandi við hetta grótarbeiðið arbeiddu sandavágsmenn á fyrsta sinni fyri tímaløn, sum tá var 16 oyru um tíman. Myndin er frá fyrst í 1930-árunum.
Nr.1 hjá Niels Jakku (bygt 1891), Nr.2 hjá Jákupi sýslumanni, seinni handil hjá Hjalmari Nielsen (bygt 1823), Nr.3 hjá Kristiani á Steig, skipara og eigara á Research (bygt 1909). Nr.4 Skúlin (bygdur 1896/1909). Nr.5 hjá Hjalmari Nielsen (b.1922/23). Mynd: Úr myndasavninum hjá Heininu og Mourits Joensen / Sandavágs Fornminnafelag.
Niels Jakku tók ímóti fiski í kjallaranum undir handlinum, sum var í sunnara enda. Hann læt fyrsta fiskastykki í Sandavági gera í 1903, og hetta var niðanfyri skúlan og sunnanfyri lonina, har hann hevði handil og búði í norðara enda.
![]()
Fyrst í 1900-árunum vórðu nógvir deksbátar smíðaðir. Teir komu ístaðin fyri opnu føroysku 8-mannaførini. Til Sandavágs komu eisini fleiri, smíðaðir bæði á Sjóberanum í Sandavági og nakrir í Havn. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen í Heygnum.
Niels Jakku, keypmaður og bróðirin Joen Zakarias Nielsen, sýslumaður (1868-1928), fingust við deksbátar, og teir vóru hesir:
Svanen VA5 (6 tons) frá 1909, eigari Niels Jakku, bátsformaður var Jóan Pauli Petersen, Sandavági.
Grøni VA1 (6 tons) frá 1910, eigari Joen Zakarias, bátsformaður var Jógvan Hendrik Poulsen, Vestmanna.
Síl VA3 (6 tons) frá 1911, eigari Joen Zakarias, bátsformaður var Jens Nielsen, Vestmanna.
Og ein nýggjur Svanen VA5 (6 tons) frá 1912, eigari Joen Zakarias, bátsformaður var Jóan Pauli Petersen, Sandavági.
Síl VA3 (6 tons) frá 1915, eigari Joen Zakarias, bátsformaður var Jóhan Elias Simonsen, Sandavági.
Við deksbátunum vóru úr 5 upp í 8 mans.
![]()
Umleið 1912 bygdu Niels Jakku, keypmaður, og Joen Zakarias, sýslumaður, nýtt pakkhús úti á Bakka. Níggju ár seinni tók sonur Niels Jakku, Hjalmar Nielsen við, og tí fekk hetta pakkhúsið heitið Hjalmarsa pakkhús. Mynd: Mikkjal á Ryggi.
Hjalmar tók við handlinum eftir pápan Niels Jakku
Í 1920 keypti Niels Jakku slupp frá Júst á Húsum, bónda úr Havn, sum æt Boneta TN18 (82 tons). Sluppin varðveitti navnið Boneta, men við VN18 og heimstaði í Vestmanna. Ikki við VA18, sum ein skuldi hildið, tí Niels Jakku var búsitandi í Sandavági. Orsøkin til tað var, at bróðir Niels Jakku, Joen Zakarias Nielsen (1868-1928), var sýslumaður fyri Vágar og Norðurstreymoy frá 1913 og var búsettur í Vestmanna, og sat sostatt við báðum skipaskrásetingunum.
Tá hevði Joen Zakarias, sýslumaður, í 1916 keypt sluppina Doceu TN1 (79 tons) úr Havn. Hon varðveitti navnið Docea, men við VN1 og heimstaði í Vestmanna fram til 1922, tá Docea varð seld til Glyvrar.
Skipini hjá systkjunum Norðan fyri Garð í Sandavági, vórðu øll skrásett í Vestmanna frá 1912 og fram til 1934. Systkini, sum áttu ymisk skip, vóru: Sørin Nielsen f.1885, skipari, Joen Zakarias Nielsen f.1868, sýslumaður, Marianna Nielsen f.1880, handilskvinna og reiðarafrúgv og Niels Jakku Nielsen f.1866, keypmaður.
![]()
Mariannusa brúgv prýdd í sambandi við kongavitjan 1921. Sýslumanshúsini vinstrumegin vórðu bygd í 1913. Høgrumegin hús og handil hjá Marionnu Nielsen bygd í 1918. Á húsum hennara stendur "M. Nielsen's Købmands- og Rederiforening". Tað er Marianna, sum stendur høgrumegin á brúnni. Mynd: Vestmanna Søga / Helgi Jacobsen.
Niels Jakku andaðist hin 3. august 1921, einans 54 ára gamal, og tá er tað, at sonurin Hjalmar Nielsen, einans 22 ára gamal, tekur við sum keypmaður og sum reiðari á sluppini Bonetu.
Margretha Christina Petersen, ættað av Steig í Sandavági giftist við Hjalmari Henrik Frederik Nielsen, hin 27. november 1921. Tey giftust inn í húsini hjá pápanum Niels Jakku og seinnu konu hansara Atu. Tá bar Margretha fyrsta barnið undir belti, sum var Niels Jakku f. 8. juni 1922. Margretha og Hjalmar bygdu hús á Leigumørkini og fluttu niðan, tá Niels Jakku var lítil smádrongur, helst seint í 1922 ella tíðliga í 1923. Næsta barn teirra var Lisa Marianna f. 8. juli 1923, og triðja og yngsta barn teirra var Elly Maria f. 9. oktober 1924. So børnini vóru tøtt, ár um ár.
![]()
Á Leigumørkini 1958. Nr.1 hjá Niels Jakku (bygt 1891), Nr.2 hjá Jákupi sýslumanni, seinni handil hjá Hjalmari Nielsen (bygt 1823), Nr.3 hjá Kristiani á Steig, skipara og eigara á Research (bygt 1909). Nr.4 Skúlin (bygdur 1896/1909). Nr.5 hjá Hjalmari Nielsen (b.1922/23). Mynd: Umhvørvisstovan.
![]()
Húsini sum Hjalmar Nielsen lat byggja á Leigumørkini. Tey fluttu inn, tá Niels Jakku var um ársgamal, í 1923. Frammanundan búðu tey niðri hjá Atu. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
![]()
Vinstrumegin systkini, f.v. Lisa, Niels Jakku og Elly, um 12-14 ára aldur. Høgrumegin foreldur teirra Margretha og Hjalmar Nielsen ein summardag, stásklødd, sitandi í bønum. Myndir: Hjalmar Páll Petersen og Anfinnur Petersen.
Sluppin Boneta fór á land í Medlandsbuktini á Suðurlandinum í Íslandi hin 24. mars 1924 og gjørdist vrak. Orsøkin til hetta var kavarok og vánaligt veður við ringum sýni saman við óálítandi eygleiðingum. Eingin mannskaði stóðst av hendingini, tí manningin slapp í land á fjarandi sjógvi hin 26. mars.
So fyrsta yrkisleiðin hjá Hjalmari sum reiðari var stutt, frá august 1921 til mars 1924.
![]()
Boneta her við TN18, tá Niels Jakku keypti sluppina. Í 1920 varð hon skrásett í Vestmanna við VN18. Bróðirin og sýslumaðurin fyri Vága- og Norðurstreymoyar sýslur sat við báðum sýslu-skipaskrásetingunum. Úr myndasavninum hjá Eddi Leyni.
Research hjá Kristiani á Steig
Tá Kristian Petersen, skipari, Kristian á Steig nevndur, keypti sluppina Research úr Havn í 1906, var Joen Zakarias Nielsen (1868-1928), sýslumaður fyri Vágar frá 1893, reiðari á Research.
Systir sýslumannin, Marianna Nielsen (1880-1963) og Kristian á Steig (1874-1963) vóru trúlovað, og hann bygdi nýggj sethús á Leigumørkini í Sandavági, sum stóðu liðug í 1909. Ætlan hansara var, at tey skuldu flyta inn í nýbygdu húsini, men soleiðis gekst ikki. Og húsini á Leigumørkini komu tískil at standa tóm í nøkur ár.
![]()
Innrás úr Sandavági. Garvaðu handilsfólkini úr Sandavági sóu stórar møguleikar í Vestmanna. Her var ein av Føroya bestu kyrruhavnum. Allar sandavágssluppirnar lógu fyri teym her um veturin, og her var eitt yðjandi handilslív og stór skipaferðsla, sum profittur kundi fáast burturúr. Fremst eru handilshúsini, sum Jógvan Elias Thomsen læt byggja í 1919 (1), bróðirin Tummas Georg, sum búsettist í Vestmanna, passaði handilin (handilsloyvi 1920). Og síðani koma sýslumanshúsini, bygd í 1913(2), men Joen Zakarias var meira enn bara sýslumaður, tí hann átti bæði deksbátar og sluppir. Skjótt aftaná sýslumanninum til Vestmanna, kom systirin Marianna (handilsloyvi 1915) og bygdi handilshús í 1918 (3) við síðuna av bróðurinum. Hon arbeiddi eftir stuttari tíð upp eitt handils- og reiðaravirksemi í Vestmanna. Ein annar bróðir, Jákup Pauli, skipari, var uttanbudamaður hjá henni. So trý systkin Norðan fyri Garð hildu til í Vestmanna,og kona Jógvan Elias Thomsen var systir teirra. Jógvan Elias Thomsen átti eisini í Vestmanna Sleipistøð (4) eitt tíðarskeið. Mynd: Tjóðsavnið.
Í 1913 gjørdist Joen Zakarias eisini sýslumaður fyri Norðurstreymoy, og tá flutti hann til Vestmanna at búgva. Tá var tað, at systir hansara Marianna flutti við úr Sandavági. Og seinni komu eisini Kristian og sluppin Research til Vestmanna. Sýslumaðurin var reiðari á Research, og Marianna, sum eftir stuttari tíð hevði arbeitt upp eitt handils- og reiðaravirksemi í Vestmanna og hevði bygt handilshús har, reiddi Research út og tók ímóti fiskinum, meðan Kristian var skipari á sluppini.
Men eftir 16 ára parlag millum Marionnu og Kristian varð liðugt teirra millum. Og Kristian flutti vestur til Sandavágs aftur at búgva. Fyrst búði hann á Steig hjá mammuni Kristionnu. Kristian og mamman fluttu seinni oman á Leigumørkina at búgva. Kristianna doyði hin 1. desember 1931. Kristian giftist í Sandavági í 1932 við Onnu Mariu Jacobsen úr Sandavági (1897-1994).
Sýslumaðurin fyri Vága- og Norðurstreymoyar sýslu, Joen Zakarias Nielsen doyði 4. desember 1928.
Og hin 7. mai 1931 tekur Hjalmar Nielsen, keypmaður, við sum reiðari á Research hjá Kristiani á Steig, ið var pápabeiggi Margrethu, konu Hjalmar. Hetta var onnur sluppin, Hjalmar var reiðari á. Fyrst á Bonetu, sum áður nevnt fórst undir Íslandi í 1924.
![]()
Marianna Norðan fyri Garð og Kristian á Steig vóru par í 16 ár, frá fyrst í 1900-árunum og til umleið 1920. Myndir: Anna Petersen, hjá Kristiani á Steig.
![]()
Research VA144, sum Kristian átti einsamallur, liggur fyri teym á Vestmanna. Úr myndasavninum hjá Páll Hellu.
![]()
Í 1934 søkir Hjalmar Nielsen Føroya Løgting um stuðulslán til eina brúgv, hann hevur staðið fyri at gera. Brúgvin er útfyri pakkhúsið úti á Bakka, tað sum kallaðist "Úti í Støðum". Á myndini brúgvin beint út, vestureftir. Hjalmar fær 3/4 endurgoldnar av útreiðslum av at gera brúnna, sum kostaði honum 1000 krónur. Árið eftir, í 1935, fær Sandavágs sóknar kommuna játtan til at víðka hesa brúgv norðureftir. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen í Heygnum.
Keypa sluppina Sjóløvuna til Sandavágs
Í november 1935 fer fyritøkan A/S J.P. Evensen & Søn í Havn í likvidatión. Hin 4. februar 1936 keypa Hjalmar Nielsen, keypmaður, og Arnhold Petersen, skipari úr Sandavági, 96 tons stóru sluppina Sjóløvuna úr trotabúnum hjá Evensen, sum fær VA19 og heimstað í Sandavági. Hetta er aðru ferð, at sluppin hevur heimstað í Sandavági, tí Jógvan Elias Thomsen hevði átt sluppina nøkur ár frammanundan, tá hon æt Petra VA224.
23 ára gamli Arnhold Petersen førdi Sjóløvuna frá keypsdegnum og til 1940, tá hann fór at sigla við nýkomna koltrolaranum Vesturvarða úr Sørvági. Arnhold seldi sín part í Sjóløvuni til Hjalmar Nielsen hin 30. desember 1940.
![]()
Sluppin Petra hevði heimstað í Sandavági frá 1919 til 1930, tá Jógvan Elias Thomsen átti sluppina saman við Christiani Emil Joensen, skipara úr Kvívík, men fiskaloysi, lágur fiskaprísur og húsagangur noyddu hann at selja sín part aftur til Kvívíks-skiparan í 1928.
Eftir 6 ár í "útlegd" kemur sluppin aftur til Sandavágs, tá Hjalmar og Arnhold keypa, og hon fær navnið Sjóløvan VA19. Á myndini við bryggju í Sandavági. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen í Heygnum.
![]()
Niðri við Neyst. Vinstrumegin Stóraneyst, nýliga klætt við timbri, og mitt fyri Íshúsið úr betongi og hvíttmálað. Hesir goymslubygningarnir vórðu bygdir umleið 1916, um somu tíð sum grundin til Sandavágs kirkju varð gjørd. Tað vil við øðrum orðum siga, at Niels Jakku Nielsen læt Stóra Neyst og Íshúsið byggja. Mynd: Mikkjal á Ryggi.
![]()
Undir krígnum var óttin stórur í Sandavági, tí vandi var fyri, at minur róku inn á sandin og í fjøruna og sprongdust. Í 1941 sprongdist ein mina í fjøruni á Niklasarbakka. Tað var um hetta mundið, at fleiri, serliga keypmenn, bygdu sær hús norði í Lírurðum. Hjalmar Nielsen læt hesi húsini byggja í 1939/40 norðuri í Andrassaráum. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
![]()
Starvsfólkaútferð við fiskafólkinum í handilsvirkinum hjá Hjalmari Nielsen, norði í Andrassaráum hin 28. juli 1940.
Semona úr Miðvági greiðir frá: “Vit sita við hvør sínari sodavatn á myndini. Kona Hjalmar, Margretha, borðreiddi við smurdum breyði í húsinum. Vit spældu ymisk spøl í bønum. Tey flestu á myndini eru úr Sandavági, og Jesar í Heygnum tók myndina.”
F.v.: 1-Dorthea Johannesen g.Dam, 2-Malena Heinesen, 3-Brynjálvur Petersen, 4-Hjalmar Nielsen, 5-Anna Katrina Hansen, 6-Ingvald Petersen, 7-Ragnhild f.Poulsen g.Thomassen, Miðvági, 8-??, 9-John Nielsen (hjá Atu), 10-Ragnhild Petersen g.á Plógv, 11-Jakobina Magnussen, 12-Anna Nielsen, 13-Dánjal Nielsen, 14-Nikolina Petersen, 15-Dánjal Frederik Petersen, 16-Jóan Frederik Haraldsen, 17-Jóan Petur Olsen (Jóan Petur hjá Sámali), 18- Semona Poulsen,Miðvági g.Djurhuus,Froðba, 19-Anna Jacobsen, 20-Fía Danielsen, 21-Anna Elisabeth Haraldsen,Miðvági, 22-Rakul Danielsen.
Úr myndasavninum hjá Ragnhild og Jóhan á Plógv / Sandavágs Fornminnafelag.
Var limur í føroyskari sendinevnd
Hjalmar Nielsen sat í føroyskari sendinevnd, sum var sett saman av løgtingsmonnum og vinnulívsmonnum í Føroyum. Teir samráddust við íslendska sendinevnd um ymisk viðurskifti innan fiskivinnu og samhandil av ymsum slag. Teir høvdu drúgvar samráðingar, staddir í Reykjavík í 14 dagar í februar 1941.
Tingast varð um fiskiveiðirættindi hjá føroyskum fiskiskipum undir Íslandi, um skattaviðurskifti hjá føroyingum, sum arbeiddu á landi í Íslandi, um samhandil millum londini, og eisini var tosað um valutaspurningin, nú føroysk skip sigldu til Íslands at keypa fisk at sigla niður á bretska marknaðin. Tosað varð um føroysku sildaskipini, sum landaðu sild til íslendskar sildaverksmiðjur, og at Ísland lá "innibrent" við 12.000 tonsum av sildaolju í tunnum, sum í løtuni ikki slapst av við vegna kríggi. Eisini var ynski frá føroyskari síðu um at fáa eina betri og skjótari skipan við avgreiðslu av skipum úr Íslandi, men íslendingar søgdu, at tað avgjørdu teir ikki einsamallir, nú kríggj herjaði.
Føroyska sendinevndin taldi 7 mans, sum vóru politikarar og vinnulívsmenn. Onkrar fundir vóru teir færri, tríggir mans og íslendingar tað sama. Hjalmar var við til allar fundirnar.
![]()
Hjalmar Nielsen.
Mynd: Hjalmar Páll Petersen.
Múlafelagið og Nýggjaberg
Tá miðvingar í januar 1939 taka seg saman og fara at savna partapening til keyp av einum trolara, vóru tað fleiri sandavágsmenn, sum teknaðu partapening.
Sámal J. Ellefsen og hinir stovnararnir úr Miðvági høvdu sett sær fyri at savna 20.000 krónur í partapeningi. Í februar í 1939 vóru Sámal Ellefsen og Mortan Mortensen, skipari á Argjum, í Hull og leitaðu eftir hóskandi skipi til keyps. Teir keyptu trolaran St.Hubert úr Hull hin 20. februar 1939.
![]()
Saint Hubert varð bygdur í 1916 á skipasmiðju í Beverly. Hann var 349 bruttotons og dampmaskinan var 85 hestakreftir. Koltrolarin hevði heimstað í Hull. Mynd: Lancashire Council.
Hin 2. mars í 1939 var stovnandi aðalfundur í partafelagnum Múlanum í Miðvági, tá góðar 27.000 krónur vóru teknaðar í partapeningi. Á aðalfundinum varð avgjørt at keypa ein trolara úr Englandi, sum skuldi eita Nýggjaberg.
Sum áður nevnt vóru partaeigarar úr Sandavági, m.a. Eivind Rasmussen, keypmaður og reiðari, sum sat í nevndini í eitt langt áramál, og Hjalmar Nielsen, keypmaður og reiðari, sum var grannskoðari og ofta leiddi aðalfundirnar hjá partafelagnum. Aðrir hiðani vóru Zacharias Nielsen, keypmaður og reiðari og Jóan Jakku Simonsen, skipari.
Hjalmar Nielsen grannskoðaði roknskapin hjá Múlafelagnum heilt frá stovningardegnum og fram til ársbyrjan í 1945, tá hann segði seg frá.
Hin 17. mars sama ár er nýkeypti Nýggjaberg á Havnini fyri fyrstu ferð, og fyrsta túrin fer trolarin av Miðvági hin 1. apríl 1939. Nýggjaberg var fyrsti koltrolari í Vágum.
Tað gekk væl hjá Nýggjabergi at fiska, og fyrsta árið (1939) fiskaði trolarin 504 tons í saltfiski. Og á aðalfundi í desember í 1940 varð longu avgjørt at rinda út vinningsbýti samsvarandi 100 prosentum av partapeninginum. Við øðrum orðum høvdu allir parteigararnir longu 2 ár eftir stovnan fingið íløguna afturgoldna.
![]()
Nýggjaberg við kai í Miðvági. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag.
Snikkaraverkstaðið hjá Sámali Ellefsen og Heina Joensen var karmur um reiðaríið hjá Nýggjabergi. Vestasta rúmð á loftinum varð nevnt Múlakontórið, tí har helt reiðaríið P/F Múlin til. Sámal Ellefsen, snikkari og løgtingsmaður, var stjóri í felagnum. Myndir: Miðvágs Fornminnafelag.
Hans Nielsen, skrivstovumaður (f.15.juli 1913 // d.30.august 1987).
Í Sandavági nevndur Hans hjá Atu og í Miðvági Múla-Hans.
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
Hjalmar fær bróðrinum skrivstovustarv í Múlafelagnum
Hans, bróðir Hjalmar frá seinnu giftu hjá pápanum, var 8 ára gamal, tá pápin doyði. Og tá hann var so frægur at kunna hjálpa til, var hann hjá bróðrinum Hjalmari, sum rak handil, pakkhús við fiskastykkjum og slupp víðari eftir pápan.
Í juli í 1941 byrjar Hans Nielsen á skrivstovuni hjá partafelagnum Múlanum í Miðvági, og hevur tað uttan iva verið bróðurinum Hjalmari fyri at takka, tí hann var parteigari í felagnum.
Hans gjørdist skrivstovumaður og tók sær av bókhaldinum hjá Múlafelagnum, sum tað kallaðist millum manna. Av tí sama og tí tað vóru fleiri Hansar, kom Hans Nielsen at vera kendur sum Múlahans. Hesin stilli og blíðlynti maðurin, sat ofta mitt í rokanum á hesi skrivstovu, og ikki altíð var tað lætt. Men millum miðvingar varð hann sera væl lýddur tey mongu árini, hann arbeiddi har.
![]()
Niels Jakku Nielsen (f.8.juni 1922 // d.7.mars 1942).
Mynd: Hjalmar Páll Petersen.
Hjalmar fær soninum kjans við Nýggjabergi
Heima gekk 19 ára gamli Niels Jakku, sonur Hjalmar Nielsen, sum omanfyri nevnt var parteigari og grannskoðari í P/F Múlanum. Hjalmar vildi hava sonin til skips heldur enn at ganga fyri einki í Sandavági, og fær honum kjans við Nýggjabergi. Hetta var góður kjansur, og væl gekst at fiska, og longu í 1941 fingu parteigararnir 100% av partapeninginum í vinningsbýti fyri 1940. So varð ein slupp keypt inn í felagið, og tað var Sólbrún. Umframt vórðu onnur skip leigað at sigla við fiski úr Íslandi og niður á bretska marknaðin. Og longu á nevndarfundi í januar 1942 var ætlanin at geva nýtt vinningsbýti upp á 100% av partapeninginum eftir góða ársúrslitið fyri 1941. Umframt hetta setti felagið pengar til síðis.
![]()
Á einum av túrunum niður á bretska marknaðin í Aberdeen við Nýggjabergi, keypti Niels Jakku fyri pápan Hjalmar tveir Ford-bilar. Hetta var model Y hjá Ford, framleiddir frá 1932 til 1937 til marknaðin hjá Ford uttanfyri USA. Hugsanin við tveimum bilum var, at annar skuldi nýtast til eykalutir. Eldri fólk í Sandavági minnast Hjalmar koyra í hesum bilinum. Mynd: Jógvan Simonsen.
![]()
Seinasta mynd av Nýggjabergi. Tá trolarin fór av Miðvági 12. februar 1942, tók Jógvan Johannesen hesa myndina av Nýggjabergi úr kvistvindeyganum heima hjá teimum. Pápi hansara Joen Hendrik Johannesen var umborð. Myndin er viðgjørd.
Eingin veit, hvar feigdin bíðar
Nýggjaberg fór av Miðvági fastalávintssunnudag hin 12. februar 1942. Við vóru 21 mans, og yngsti maður umborð var 19 ára gamli Niels Jakku Nielsen úr Sandavági. Teir skuldu undir Ísland at royna, og ætlanin var at selja ísaðan fisk á bretska marknaðinum. Á vegnum suðureftir aftur var vanligt at seta part av manningini av í Føroyum.
Tað viðraði illa á Suðurlandinum í Íslandi várið 1942, og Nýggjaberg lá og krokaði undir Vestmannaoyggjunum. Stella Argus úr Havn lá eisini og krokaði. Tíðliga um morgunin 6. mars tosaðu skipararnir saman, Vestmanna-Jógvan á Stellu Argus og Mortan av Argjum á Nýggjabergi. Og Mortan greiddi frá, at teir høvdu 70 tons av ísfiski inni og kol eftir til umleið 2 fiskidagar og heimferðina. Teir ætlaðu sær at fara longur eystur á Suðurlandinum at royna áðrenn heimferð. Og tað var tað seinasta, sum hoyrdist til Nýggjaberg og manning tess.
![]()
Seinni er komið fram, at tað var týski kavbáturin U701, sum skeyt eina torpedu í Nýggjaberg hin 7. mars 1942. (Tilvildarlig mynd)
![]()
Tað vestasta rúmið í ovastu hædd var nevnt Múlakontórið, tí har helt reiðaravirksemið hjá Múlafelagnum til. Har sótu Sámal Ellefsen, reiðari og Hans Nielsen, skrivstovumaður úr Sandavági. Mynd: Miðvágs Fornminnafelag.
Heima í Miðvági situr ein óvitandi nevnd í P/F Múlanum á nevndarfundi. Teir viðtóku tann dagin, hvat revisorlønin skuldi vera, at Múlafelagið skuldi geva kirkjuni orgul (allarhelst Miðvágs kirkja), og at Jens Jacob Niclasen skuldi vera løntur uttanbudamaður hjá skipum felagsins. (hevði umsjón við skipum felagsins)
Sum tíðin leið og einki hoyrdist til Nýggjaberg gerst øllum greitt, at okkurt er hent við trolaranum. Og skjótt verður staðfest, at Nýggjaberg kemur ikki aftur í aftur, og øll manningin, ið taldi 21 mans, var sjólátin. Heima í Føroyum sótu 21 familjur, sum mistu son, bróður, mann ella pápa. 12 einkjur og 61 faðirleys børn; í Miðvági, sum fekk dyggasta smeitin, sótu 8 einkjur við 32 børnum, í Vestmanna 1 einkja við 6 børnum, í Vági 1 einkja við 7 børnum, í Havn 1 einkja við 4 børnum og á Argjum 1 einkja við 12 børnum. Av manningini vóru 16 miðvingar, 1 vestmenningur, 1 vágbingur, 1 havnarmaður, 1 argjamaður og 1 sandavágsmaður, sum eisini var yngsti maður umborð, nevniliga Niels Jakku Nielsen, sonur Margrethu og Hjalmar Nielsen, keypmann og bróðir 18 ára gomlu Lisu og 17 ára gomlu Elly. Heima á Leigumørkni búði eisini Dánjal Frederik, pápi Margrethu og abbi Niels Jakku. Hann var einkjumaður.
![]()
Margetha og Hjalmar Nielsen, og hundurin Perla, stødd á Steig.
Mynd: Hjalmar Páll Petersen.
Hjalmar Nielsen var sóknarstýrislimur í Sandavágs sóknar kommunu
Hjalmar var fyrstu ferð valdur í sóknarstýrið á valinum 12. februar 1926, 27 ára gamal. Teir tóku við 1. januar 1927. Hann sat í fyrstu atløgu hetta eina skeiðið, og fór út aftur í desember 1930.
Hjalmar varð afturvaldur í sóknarstýrið frá 1. januar 1935 og sat sum næstformaður í stýrinum til 31. desember 1938.
Afturvaldur og næstformaður frá 1. januar 1939 til 31. desember 1942.
Afturvaldur og næstformaður frá 1. januar 1943 til 31. desember 1946.
Afturvaldur í sóknarstýrið og sat sum vanligur limur í stýrinum frá 1. januar 1947 til 31. desember 1948.
Hin 27. desember 1948, biður Hjalmar Nielsen við brævi um at sleppa úr sóknarstýrinum vegna sjúku. Tá er hann staddur á sjúkrahúsi í Havn. Næsti maður á listanum, sum er Thor Nielsen, tekur við í sóknarstýrinum frá 1. januar 1949. Hjalmar og Thor vóru systkinabørn.
Eftir at hava verið sjúkur eina tíð, andaðist Hjalmar Nielsen, keypmaður, 49 ára gamal, hann var 12 dagar frá at gerast 50 ár.
Hjalmar Nielsen andaðist 28. januar 1949.
![]()
Hjalmar Nielsen f. 9. februar 1899 // d. 28. januar 1949.
Mynd: Hjalmar Páll Petersen.
Eftirmæli Hjalmar Nielsens
Sagt um Hjalmar Nielsen: Hann var framburðsmaður av lyndi bæði á sjógvi og landi. Hann átti Sjóløvuna, tá hann doyði. Hevði stóran áhuga í landbúnaði. Hjalmar var sjálvstýrissinnaður. Til seinasta val (í 1946) varð hann uppstillaður sum nummar 2 á fólkaflokslistanum í Vágum. Hann harmaðist ósemjuna í sjálvstýrisrørsluni. Hann vildi semju, so okkurt munagott spurdist burturúr sjálvstýrisstríðnum.
Hjalmar var av ídnastu monnum at fáa oynni eitt sjúkrahús. Tá bretar lótu føroysku myndugleikunum sjúkrahúsið í Sandavági, sum gjørt varð í Gomlu Losju undir hersetingini, gekk Hjalmar á odda og royndi alt, hann kundi og hevði orku til at fáa tær samtyktir, sum gjørdar vóru av løgtinginum, settar í verk.
Hjalmar stríddist nógv við myndugleikarnar, at sjúkrahúsið skuldi vera verandi í Sandavági, men ikki bar á mál kortini.
Hjalmar var siðiligur og dámligur maður. Tað neit honum fast at missa sonin Niels Jakku, tá Nýggjaberg fórst undir Íslandi.
Partafelagið Hjalmar Nielsen
Eftir at Hjalmar var deyður, skuldi støða takast til, hvat gerast skuldi við handilsvirkið.
Einkjan Margretha og báðar døturnar skuldu taka hesa avgerð, um handils- og reiðaravirksemið skuldi seljast, ella um tað skuldi rekast víðari.
Tá var tað, at Jesar Hansen í Heygnum kom inn í felagið sum parteigari. Jesar hevði frammanundan verið krambakallur hjá Hjalmari.
Viðtøkurnar hjá nýggja partafelagnum P/F Hjalmar Nielsen, verða dagfestar hin 22. juni í 1949. Partapeningurin í nýggja partafelagnum er krónur 75.000,-.
![]()
Í sunnara parti av húsinum helt handilin hjá Hjalmari Nielsen til. Norðara part bygdi Niels Jakku Nielsen uppí húsini hjá Jákupi, gamla sýslumanni, umleið 1891. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Endamálsorðingin er: Handilsvirki og útreiðan av skipum, innflutningur og útflutningur, fiskavirking og handil í heilsølu og smásølu. Stovnararnir eru: Margretha Nielsen, einkja eftir Hjalmar, døtur teirra Lisa Marianna Cox og Elly Nielsen, og so handilsfulltrúi Jesar Hansen. Partafelagið er komið í skrásetingina hin 9. september í 1949.
![]()
Hjalmarsa pakkhús beint fram á myndini, turkihús í trimum hæddum. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen í Heygnum.
Nú Hjalmar var farin um sýn, var gerandisdagurin broyttur, men Jesar hevði longu verið í fyritøkuni síðan fyrst í 1940-árunum. P/F Hjalmar Nielsen eigur ognirnar: eitt pakkhús/turkihús (14x8 mtr) úti á Bakka í trimum hæddum (Hjalmarsa pakkhús), eitt frystihús/íshús (7,5x10 mtr) niðri á Neystum, ein handilsbygning (7x9m) (handilshúsini omanfyri Hólk), tvey fiskastykki úti á Bakka, umleið 500 fermetrar og 130 fermetrar, og eitt fiskastykki niðanfyri skúlan úti á Bakka, umleið 600 fermetrar. Umframt hetta átti felagið motorsluppina Sjóløvuna, 95 tons til støddar.
![]()
Sjóløvan á Vestmanna. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen í Heygnum.
Húsagangur
Á vári í 1960 fer at sansa at í partafelagnum ‘Hjalmar Nielsen’.
Hin 16. mars í 1960 verður motorsluppin Sjóløvan hjá P/F Hjalmar Nielsen seld í fútarættinum. Tá keypa brøðurnir, Sandal og Eivind Petersen úr Sandavági, Sjóløvuna úr trotabúnum.
Sluppin varð tikin úr føroysku skipaskrásetingini í 1964.
Sjóløvan sakk á Vestmanna í januar í 1965, har hon lá fyri teym. Tá átti Hans J. Guttesen í Vestmanna sluppina.
Og hin 5. mai 1960 var tvingsilssøla av ognunum í Sandavági. Pakkhús í trimum hæddum við turkaríi, eitt frystihús (Íshúsið niðri við Neyst) og eitt handilshús (tað hjá Jákupi, gamla sýslumanni). Umframt hetta, trý fiskastykki hjá partafelagnum.
Í september í 1960 eru fastognirnar hjá trotabúnum/partafelagnum enn ikki seldar, og sakførarin roynir at selja ognirnar í Sandavági.
Tað var Vilhelm Nielsen, sum keypti handilsbygningin omanfyri Hólk (sunnara part av lonini) og Hjalmarsa pakkhús í 1960, tað sum vit seinni kenna sum skinnvirkið Vilma. Sandal Petersen keypti Íshúsið niðri við Neyst.
![]()
Eftirskrift
Og soleiðis endaði eitt vinnuligt virksemi, sum varð sett í gongd í 1892 av Niels Jakku Nielsen, sum longu fór foldum frá í 1921, einans 54 ára gamal. Sonurin Hjalmar Nielsen tók síðani við sum 22 ára gamal, men honum untist heldur ikki eitt langt lív. Hann andaðist í 1949, einans 49 ára gamal. Royndirnar, at føra fyritøkuna víðari eftir at Hjalmar var farin, miseydnaðust, og alt virksemið varð selt øðrum.
Jan Erik Simonsen
Heimildir: Sandavágs søga, Føroya Siglingarsøga, Av fjalli at fjørustrond, Vestmanna søga. Blaðportalurin á infomedia.dk, Tjóðskjalasavnið, Miðvágs Fornminnafelag, Sandavágs Fornminnafelag og vagaskip.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald