2026-03-11 17:33
Hotel Hafnia hevur í longri tíð verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyum, og við nýggju avtaluni heldur samstarvið fram.
Avtalan er ein stuðul til arbeiðið hjá Parasport Føroyum at skapa fleiri møguleikar fyri, at fólk við breki kunnu íðka ítrótt og vera partur av ítróttarfelagsskapinum.
– Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri, at Hotel Hafnia og Hotel Brandan halda fram við at stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyum. Tað hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum.
Parasport Føroyar arbeiðir út frá hugsjónini, at øll skulu hava møguleika at íðka ítrótt. Tað snýr seg um at skapa góðar karmar, so fólk, uttan mun til kropsligar førleikar ella menningartarn, kunnu vera virkin í ítrótti.
– Vit síggja tað sum ein framíhjárætt at sleppa at stuðla Parasport Føroyum, og fegnast um at samstarvið heldur fram, sigur Pætur Trónd, stjóri á Hotel Hafnia og Hotel Brandan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald