Vinna

Hoyvík og Høgaberg landa til Pelagos í dag

Hoyvík byrjaði at landa í nátt

2025-08-25 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hoyvík ið hevur partrola við Ran eftir makreli, kom á Fuglafjørð í nátt við 300 tonsum av makreli. Hoyvík landar í løtuni til Pelagos.

Høgaberg kemur á Fuglafjørð fyrrapartin við 415 tonsum av makreli.

Skipini hava bæði roynt í føroyskum og altjóða sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder