Ítróttur

HSF: 16 leikarar boðsendir til dystirnar móti Hvítarusslandi

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Hvítarusslandi, sum verða, 16. og 20. mars.

2022-02-23 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talan er um fyrsta play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir skal møta hægri styrkismettu Týsklandi, har síðani vinnari yvir tveir dystir fær HM-plássið. Føroyar møta Hvítarusslandi mikudagin 16. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 20. mars kl. 17.00 í Minsk.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder