Ítróttur

HSF: Føroysku U18-menninir fingu eitt torført lutakast til EM-endaspælið

Føroyar komu í bólk saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.

2022-02-24 11:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er torført at meta um bólkarnar, tá hetta er fyrsta veruliga altjóða kapping hjá hesum aldursbólkinum, men talan er tó um tjóðir, sum vanliga gera seg galdandi í topp-4 til EM- og HM-endaspøl. Føroyska liðið hevur spælt tveir altjóða dystir, hesir vóru móti Noreg 4. - og 6. november 2021 og vann Føroyar hesar ávikavist 28-25 og 32-29.

Bólkarnir:
Bólkur A: Týskland, Ísland, Ungarn, Pólland
Bólkur B: Kroatia, Portugal, Italia, Montenegro
Bólkur C: Slovenia, Danmark, Noreg, Serbia
Bólkur D: Spania, Svøríki, Frakland, Føroyar
Kappingin verður leikt í Podgorica í Montenegro, dagarnar 4. - 14. august.
Les alt um bólkarnar og kappingina her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder