2026-03-29 20:16
Eg sat og leiddi samráðingarnar til fyrru ABC-samgonguna í 2004, og eg sat sum løgmaður alt valskeiðið fram til 08. So okkurt hevur ein kanska bitið merki í.
ABC-samgongan í 2004 var millum tríggjar eins stórar flokkar. Allir høvdu sjey tinglimir. Hetta er týdningarmikið at hava í huga, at javnvágin var har. Í atkvøðum var B eitt vet størri enn vit, men innanhýsis viðurskiftu í B gjørdu, at tey peikaðu á meg.
Samstarvið gekk væl, men tá komið var fram til endan av valskeiðnum, kendi eg tað sum, at Javnaðarflokkurin var vorðin ov gráur og litaður ov nógv av borgarliga samstarvinum. Við valið misti Javnaðarflokkurin eitt mandat, meðan hinir báðir flokkarnir varðveittu sínar. Tí hildu fleiri okkara, at nú var tíðin komin til eina meira vinstravenda samgongu, og tað gjørdist so CHE. Men hon gjørdist ikki gomul, men tað er ein heilt onnur søga.
Annars samstarvaðu Javnaðarflokkurin við Fólkaflokkinum frá 91 til 93, og tað gekk eisini væl við tí samstarvinum. Men tá høvdu vit leiðsluna við 10 tingfólkum, meðan A hevði sjey.
Men hvussu er so støðan beint nú? A hevur 9, B hevur 7 og C 6. T.v.s. 16 borgarligir mandatir ímóti 6. A fær løgmann, og C sleppur kanska at umsita almanna- og heilsumál. Vinnu- og fíggjarmál fara ivaleyst á borgarligar hendir. V.ø.o. kemur Javnaðarflokkurin at liggja sum ein lítil jolla í einum borgarligum skipafylgi, og hvat tað kann gera fyri flokkin til eitt komandi val, tað er kanska ikki so ringt at meta um.
Rætt skal vera rætt. Fólkaflokkurin er góður at samstarva við, so leingi ein er eins stórur sum A, og best er, um ein hevur leiðsluna. Har skal haldast rimmarfast í teymarnar. Aðrar konstruktiónir, ræðist eg.
Annað er so, at alt tosið um tjóðarsemju, sum Aksel er ímyndin av, verður sópað av borðinum komandi fýra árini. Tað syrgir Sambandið fyri, og fær Fólkaflokkurin frið at reka sín politikk, so liva tey væl uttan at realisera nakra tjóðarsemju.
Míni ráð til Javnaðarflokkin er, at tit leita eftir øðrum møguleikum. Har er so ein ACE-samgonga heilt øðrvísi, tí tá stendur A við 9, meðan hinir báðir hava 12 tingfólk. Sjálvt við einum Beiniri í løgmanssessinum er betur javnvág til vinstru. Eg havi so mangan sagt, at ACE-samgongan frá 74 til 80 er ein tann mesta progressiva samgongan nakrantíð.
Nú veit eg ikki, men kann tað hin vegin hugsast, at Javnaðarflokkurin veruliga ynskir ABC. Er henda umrødda høgrasnaringin veruliga farin fram í flokkinum? Nógvir av vinstravendu profilunum eru so ikki longur á tingi.
Hin vegin skal ein flokkur eisini onkuntíð lesa valúrslitið rættiliga ítøkiliga. Tann boðskapurin er greiður. Javnaðarflokkurin eigur at umhugsa at fara í andstøðu.
Jóannes Eidesgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald