
Á hugnaliga hátíðarhaldinum greiddu Ólavur Jøkladal, Nils Ohrt og Niels Uni Dam frá bæði listini og manninum handan stórfingnu gávuna.

Eisini framførdu Heiðrun Petersen og Ragnar Olsen tónleikaverk, og Oddfríður M. Rasmussen las brot úr úrvalssavni sínum.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Hann segði millum annað:
Við gávuni tryggjaði Sofus, at listaverk, sum annars kundu verið farin hvør í sína ætt, í staðin vórðu savnað og varðveitt heima á Sandi.
Við at geva listasamling sína sum gávu og byggja listasavn á Sandi, skapti hann ein felags arv.
Hetta er at byggja land.

Øll røðan kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald