Mentan

Hvítusunnu- og barnavinalig guðstænasta í Miðvágs kirkju

Hvítusunnu- og barnavinalig guðstænasta í Miðvágs kirkju hvítusunnudag, 24.05 kl. 11.00 við Marjun í Kálvalíð.

2026-05-23 18:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit fara at hoyra um dagin, tá heilagi andin kom til menniskju, vit skulu syngja saman, og aftaná guðstænastuna eru øll boðin í kirkjukjallaran til ein drekkamunn og saft, og okkurt gott afturvið.

Kirkjan er prýdd við ymsum, sum børnini í Miðgarði hava gjørt til hvítusunnu, við hvítu og reyðu litunum, sum hoyra hvítusunnu hátíðini til.

Børnini fáa ílat at blása sápubløðrur, meira um tað í kirkjuni. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vága prestagjald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder