Anja Rein, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, var gestur í sjónvarpsstovuni hjá FSF Varpinum, tá lutakastið fór fram.
Í kappingini um Løgmanssteypið gjørdist greitt, at 07 Vestur og HB hittast í aðrari hálvfinaluni, meðan KÍ og Víkingur bresta saman í hinari.
Fyrstu dystirnir verða spældir 22. og 23. august, meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni 2. og 3. septembur. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur.
Minna steypakappingin
Í minnu steypakappingini hjá kvinnum møtast B71 og FC Suðuroy í fyrsta umfari. Vinnarin av tí dystinum skal í hálvfinaluni spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast Skála og ÍF.
Fyrsta umfar verður spælt 8. august, meðan hálvfinalurnar verða leiktar 22. og 23. august, og 2. og 3. septembur. Finalan verður á Tórsvølli mikudagin 16. septembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald