
07 Vestur er eitt felag við fokus á persónligari menning og samanhaldi og brennur fyri at geva børnunum í Vágum góðar fortreytir fyri at eydnast sum fótbóltsleikarar, har øll trívast.
Felagið hevur ein málsetning um at økja um limatalið og vit leggja stóran dent á at tað skal verða pláss at øll fáa møgulleika at mennast fótbóltssliga og sosialt, við fokus á felagsanda, trivna og samanhaldi.
07 Vestur hevur verið, og er framvegis, eitt undangongufelag, tá talan er um menning av børnum og ungum og hava nú í skjótt 11 ár havt fultíðarsettar høvuðsungdómsvenjarar.
Persónurin vit leita eftir fær eitt gott fundament at byggja víðari á og fær høvi til at seta sítt fingramerkið á hvussu menningin av ungum leikarum í Vágum skal skipast frameftir.
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi starv, við møguleika fyri menning – fakliga og persónliga
- Góðar umstøður í einum góðum felagsskapi
- Lið, venjarar og ungdómsdeild sum eru klár at arbeiða saman við tær
Uppgávan hjá høvuðsungdómsvenjaranum er at skipa fyri venjingum, leggja lag á hjá venjarum og samskipa ungdómsarbeiðið.
Sum høvuðsungdómsvenjari kemur tú at arbeiða tætt saman við ungdómsnevndini og ungdómsvenjarum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a um:
- Planleggja og hava venjingar
- Ársætlan og lærutilfar
- Implementering av lærutilfari
- Uppfylging á vøllinum
- Samstarva/samskifta við hjálparvenjarar, foreldur og ungdómsnevnd
- Venjarafundir, leikara- og foreldrasamrøður v.m
- Menna leikarar tekniskt, taktiskt og sosialt
- Eggja og stimbra framhaldandi menning av ungdómsvenjarum
- Hjálpa við tiltøkum, m.a.
- Fótbóltsskúla
- 07 Vesturdegi
- Uttanlandaferðir
Vit vænta, at tú:
- Ert arbeiðssamur
- Hevur B-venjaraprógv
- Hevur royndir sum venjari við børnum og ungum
- Koyrikort og bil
- Dugir væl at skipa egið arbeiði og kanst arbeiða sjálvtøðugt
- Dugir at samstarva, ert fyrikomandi og hevur góðan hugburð
Setanar-og lønarviðskifti:
Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn. Starvsstaðurin er í Sørvági og Sandavági.
Meira at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til forkvinnuna í Ungdómsnevndini Jónu Jacobsen, á telefon 590707 ella telduposti: [email protected]
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal sendast til: [email protected]
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald