2026-07-02 22:55
Bygningsverkið sum Emil Hentze hevur staðið fyri at gera tekur seg væl út og er eitt prýði í økinum har vit hava ein hjall afturat, lonina har hús Suðuroyar-Dánjal, skipara, er í sunnara enda og tað sum Einar Hentze, bátasmiður bygdi uppí, í norðara enda.
Niðanfyri hava vit løgmansgarðin ella havan, sum verður tað næsta vit fara at fríðka um. Har skal grótlaðingin fáa eina dagføring, so havin kemur aftur til heiður og æru.
Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald