
Gjørt verður nú klárt til at stoypa kantarnar, og ljósi og góði sandurin, sum er serliga væl egnaður til strandaflogbólt, og sum longu er komin til landið, verður skjótt fyltur inn á vøllin. Hetta er ein spennandi og sjónlig verkætlan, sum fer at seta sítt serliga dám á ítróttaøkið í kommununi. Vága kommuna takkar Flogbóltssambandi Føroya og formanninum, Peter Holm fyri góða ráðgeving og samstarv í samband við hesa stóru verkætlanina, sum eisini sæst á heimasíðuni fyri Oyggjaleikirnar: faroeislands2027.fo.
Endamálið er at skapa bestu karmar fyri ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi Oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroytt og livandi ítróttaumhvørvið í Vágum. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum og skal tryggja dygdargóðar umstøður til bæði kappingar og venjingar fram ímóti Oyggjaleikunum.
Um somu leið sum arbeiðið fer fram við strandaflogbóltsvøllinum í Sandavági, eru eisini fyrireikingar í gongd í ítróttarhøllini á Giljanesi. Høllin skal, saman við høllini á Kambsdali, hýsa innandura flogbólti til Oyggjaleikirnar í 2027, sum sæst á heimasíðuni fyri Oyggjaleikirnar: faroeislands2027.fo.
Vága kommuna arbeiðir nú við at dagføra høllina við millum annað nýggjari ljóðútgerð, so hon lýkur altjóða krøvini, ið skulu til fyri at kunna hýsa stórum kappingum. Hetta er ein íløga, sum ikki bert er ætlað Oyggjaleikunum, men sum eisini fer at geva betri karmar til dagligt virksemi, lokalar kappingar og tiltøk í framtíðini.
“Hetta eru stórar íløgur fyri okkara kommunu, men gleðin er líka stór at kunna hýsa hesum ítróttargreinum, og vit takka Oyggjaleikanevndini og Flogbóltsambandi Føroya fyri álitið, ” sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
Kommunan gleðist eisini um tann vøksturin, sum er í flogbólti í Vágum. Tað er eitt týðandi tekin um, at góðir karmar gera mun, at trý ung fólk úr økinum í summar hava kappast í altjóða kappingum fyri Føroyar á U18-landsliðunum í strandaflogbólti.
Kommunan er spent og gleðir seg til at taka ímóti leikarum og áskoðarum og vísa fram bæði góðar karmar, náttúruvakrar umstøður og eitt virkið og framfýsið ítróttaumhvørvi í Vágum.
Ætlanin er at innvíga strandaflogbóltsvøllin í oktober 2025, í sambandi við ABC-vikuna, tá Virkin Oktober er á skránni í Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald