2025-07-18 08:30

Av løgreglustøðini verður í morgun sagt, at tey fingu í gjár eina fráboðan um, at ein bátur tók sjógv inn. Teir sendu boð víðari til MRCC, sum setti bjarging í gongd.
Boð blivu send eftir Rescue Sverra, sum lensaði bátin og tók trý bólk umborð. Sverri sleipaði bátin á Miðvág. Á heimasíðuni hjá MRCC verður upplýst at Tyrlan, Krosstindur og Grønhólmur eisini vóru sett á uppgávuna.
Annars verður sagt at løgreglustøðini, at trý klipp vóru givin. Eitt í Klaksvík har bilur koyrdi 57 km/t í 30 km sonu. Tvær motorsúkklur vóru eisini tiknar. Ein í Vágatunnlinum, og ein millum EFFO støðina og rundkoyringina í Kollafirði. Báðar koyrdu 102 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald