
BJARKI HANSEN Á JÓANSØKU
Fríggjakvøldið 20. juni, beint eftir pisufundin, hava vit ta stóru gleði at kunna bjóða áhoyrarunum einastandandi røddina hjá Bjarka Hansen.
Tónlistarligu evnini eru eyðsýnd hjá unga havnamanninum. Við frálíku og kraftmiklu rødd síni, megnar Bjarki veruliga at fanga fjøldina.
Bjarki hevur givið fleiri sera væl umtókt løg út, eitt nú "Tú angar so væl", "Vár og Bjørt" og "Tvørtur um rúmið". Herfyri var hann eisini hálaður upp á pallin av sjálvum Bryan Adams, ið hevði lagt merki til røddina hjá Bjarka, millum teir mongu áhoyrararnir við Tjarnir.
Bjarki hevur júst givið eitt nýtt lag út - "Ørskapur", ið tit kunnu hoyra her. https://www.youtube.com/watch?v=UiotBWZgXvs...
Fríggjakvøldið á jóansøku - á stóra pallinum í miðbýnum á Tvøroyri - verið har!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald