Annað

Blue Clipper vitjaði á Sandavági í gjár

Í gjár kom Blue Clipper á Sandavág

2026-07-07 23:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár kom bretska skonnartin Blue Clipper á Sandavág, og lá hon fyri akker í nátt. Hon hevur vitjað í Føroyum seinastu dagarnar, og liggur í kvøld útfyri Hósvík.

Á heimasíðuni hjá skonnartini sæst, at túrurin byrjaði í Oban í Skotlandi 27. juni, og endar í Havn í morgin. Túrurin kostar fyri tey ferðandi umleið 25.000 kr.

Næsti túrur verður úr Havn til Hetland og víðari til Stavanger. Tann túrurin byrjar 11. juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder