
Í gjár var eftirmetingarfundur av nýggju aliútbúgvingini hildin á Miðnámi í Vestmanna. Umboð fyri fleiri fyritøkur innan alivinnuna, Havbúnaðarfelagið og Undirvísingarstýrið vóru við.
Tey, sum stóðu fyri eftirmetingini, vóru alilærlingarnir á 3. skúlaskeiði, sum í lærugreinini Innovation høvdu valt at viðgera aliútbúgvingina.
Lærarin hjá teimum sigur í stuttari viðmerking, at “hendan útbúgvingin er ein innovatión í sær sjálvum, og tí var tað so upplagt at brúka teirra egnu útbúgving til eina case í lærugreinini”.
Aliútbúgvingin byrjaði í 2022, og hesir lærlingarnir, sum byrjaðu tá, eru teir somu, sum hava verið við til at eftirmeta útbúgvingina, og verða tey fyrstu sum taka prógv sum alarar komandi ár. Hesir lærlingar hava í nógvum førum drúgvar royndir frá alivinnuni.
Umboðini fyri vinnuna lurtaðu við áhuga eftir framløguni hjá lærlingunum.
Sum heild søgdu lærlingarnir seg verða nøgdar við útbúgvingina, tó at tað vóru ávís lítir.
Tað góða er, at støðið er høgt, at tað er nemt at fáa fatur á leiðsluni og at tað er viðkomandi undirvísing. Tað minni góða er, at tað eru skiftandi undirvísarar, manglandi undirvísingartilfar og til tíðir skiftandi støði.
Eftir framløguna vóru nógvir spurningar og lívligt prát.
Niðurstøðan av fundinum var at fara undir at viðgera tilmælini frá aliflokkinum sum skjótast.
Ein týðandi semja var, at nýtt undirvísingartilfar eigur at verða gjørt fyri alla útbúgvingina sum skjótast.
Hesum tekur Miðnám í Vestmanna væl undir við og vónandi verður nýtt føroyskt tilfar til hesa útbúgving framleitt innan alt ov langa tíð.
Vinarliga
Fróði Skúvadal
Rektari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald