Fíggingarleisturin á eldraøkinum verður endurskoðaður – og nýggj lóggáva, sum skal gera tað greiðari, einfaldari og skjótari at avgreiða byggimál, verður ætlandi løgd fyri Løgtingið í heyst.
“Landið og kommunurnar hava nógv mál og avbjóðingar – sum krevja samskipan og samstarv. Tað hevur týdning, at samstarvið millum land og kommunur áhaldandi verður røkt og styrkt, og at vit seta okkum við borðið og finna loysnir í felag”, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Á fundinum í Tinganesi í gjár hava landsstýrið og Kommunufelagið gjørt av, at ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum skal gera uppskot til broytingar í fíggingarleistinum á eldraøkinum. Ætlanin er at koma á mál í heyst.
Á fundinum umrøddu partarnir eisini mál um byggisamtyktir og matrikkulering.
Partarnir eru samdir um, at tað er ov torgreitt og tíðarkrevjandi at avgreiða byggimál, og at tað er alneyðugt at gera broytingar skjótast tilber.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, greiddi á fundinum frá, at miðað verður eftir, at nýggj lóggáva, sum skal gera tað greiðari, einfaldari og skjótari at avgreiða byggimál, verður løgd fyri Løgtingið í heyst.
Avtalað varð, at kommunurnar verða tiknar við í lógarfyrireikandi arbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald