Skipið var tá statt umleið 15 sjómíl norðan fyri Føroyar. Skipið var ávegis frá Føroyum til Íslands.
MRCC Tórshavn sendi beinanvegin hjálp til skipið. Brimil sum var umleið 2 tímar frá skipinum setti beinanvegin kós móti skipinum. Rescue Vón av Eiði var úti og sigldi, teir hoyrdu eisini neyðarkallið og settu kós móti skipinum, sum var umleið 40 minuttir burtur.
Kl.1502utc komu boð frá Íslendska skipinum um at eldurin var sløktur, og at ongin hevði fingið skaða av hendingini.
Brimil sleipar í løtuni skipið á Havnina.
Íslendskir mynduleikar eru kunnaðir um hendingina.
VØRN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald