2025-05-24 16:00

Er havhestastovnurin í minking?
At havhestastovnurin er í minking av mannaávum ivist eg stórliga í. Har eri eg samdur við Hjalta í Klaksvík, sum var í Kringvarpinum og gjørdi sína meting. Sjálvur eri eg uppvaksin í einari lítlari bygd, har nógvur havhestur varð fleygaður hvørt ár. Tað mundu vera umleið tólv menn, ið eg minnist, sum um ta tíðina meira og minni søktu bjørgini við stong. Fleygatíðin var long har í bygdini, heilt frá jólum og út í aprílmánaða, tá ið fuglurin byrjaði at reiðrast, Minnist stóru byrðurnar, sum menn komu berandi oman úr Skálhøvda. Har vóru túsundtals havhestar fleygaðir árliga. Umframt tað, varð eisini sigið bæði eftir havhestaungum og eggum. Hetta er nú søga.
Ein norðingur segði mær, at fyrr fleygaðu teir havhest alt árið.
Kappast var eisini at vera fyrstur í sessirnar. Boðaði hann frá landnyrðingi ella landsynningi, sum vóru bestu fleygaættirnar, minnist eg, at onkur maður ella menn fóru frá húsum á midnátt við varmafløsku og matpakka fyri at fáa besta sessin. Nakrir sessir vóru betri enn aðrir.Tað ráddi um at fáa teir.
Veiðan hevur verið stór. Eisini skulu vit hava í huga, at fólk høvdu ikki so nógvan mat fyrr sum vit hava í dag, tí var fuglur døgurðamatur í nógvum húsum alt árið, onkutaðni meira enn eina ferð um vikuna.
Í dag hevði tað veri huldumaður, um tú sá mann komið undir havhestabyrðu og við stong oman úr Skálhøvda. Tori at siga at ikki ein einasti ein søkir hesi bjørgini í dag, Tað sama er galdandi hinar bygdirnar í oynni, og ivaleyst eisini í Suðuroynni, norðoyggjum og í Vágum.
Í dag er veiðan eftir havhestaungum heilt avmarkað. Hon fer fram millum eina viku til fjúrtan dagar mánaðarskiftið august-septembur. Veiðitíðin hevur tí veri nógv longri og veiðan nógv størri fyrr enn hon er í dag.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald