Mentan

Frá Eldraráðnum og Vága Pensjónistafelag

Sunnudagin 18. jan. kl. 15 til uml. 16.45 bjóðar Eldraráðið og Vága Pensjónistafelag øllum áhugaðum til hugnaløtu í Messuni í Sørvági.

2026-01-17 10:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á skránni er fyrst og fremst vitjan úr Norra.

Leiðarin á lívstílssentrinum Fredheim, nær við Kongsberg, Fredrik Kozma, lækni, og føroyski matserfrøðingurin, Henrietta Jørgensen, koma at greiða frá um týdningin av heilsugóðum mati, rørslu og heilsuviðgerðum annars, sum tey bjóða fram á Fredheim.

Hetta passar væl til rákið um heilsustøðu okkara, sum er so nógv frammi fyri tíðina.

Um tit ynskja meira kunning, vísa vit til heimasíðuna www.fredheim.org.

Í seinasta blaðnum Eldri (nr. 10 - 2025) kunnu tit lesa um heilsuhotellið Fredheim á s. 44-53.

Tað ber eisini til at lesa blaðið á heimasíðuni www.eldri.fo.

Tummas Heri og Eiler skipa fyri sangi og tónleiki.

Drekkamunnur við onkrum góðum afturvið verður eisini.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan seinnapart saman við tykkum í nýggja sjósavninum - MESSAN.

Eldraráðið og Vága Pensjónistafelag"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder