Mentan

Frá Vága Pensjónistafelag og Eldraráðnum

Vága Pensjónistafelag hevði aðalfund 15 apríl. Yvir 100 fólk møttu til ein væleydnaðan fund, sum eisini varð skipaður sum eitt hugnakvøld við døgurða, onkrum góðum omaná, undirhaldi, sangi og tónleiki.

2026-05-17 16:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Thurid Olsen, forkvinna og skrivari,
Rósa Samuelsen, næstforkvinna,
Sigrun Nattestad, kassameistari.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Finnbogi Niclasen, Michael Gram,  Anna Sofía Nordendal og Eybritt Svabo.
Eykalimirnir eru:
Anny Poulsen, Sigga Johannesen og Emmy Joensen.

Sum vit hava greitt frá áður, so er nevndin í Pensjónistafelagnum og Eldararáðnum í Vágum tann sama.

Í samband við Undurfagra mai bjóða Pensjónistafelagið og Eldraráðið, saman við Vága Kommunu, morgunmat í Bygdarhúsinum í Miðvági mikumorgunin 20. mai kl. 10 til 12.
Øll eldri eru hjartaliga vælkomin.
Á skránni verður morgunmatur, felagssangur v/Húsorkestrinum á Sýnini, fyrilestur v/Kitty May Ellefsen og framførsla við Bárði Persson og Rógva Dam.

Seinast, vit høvdu Undurfagra mai, hevði Pensjónistafelagið stórt maibingo. Soleiðis verður aftur í ár.
Mánakvøldið 18. mai kl. 19 hava vit gott bingo í Bygdarhúsinuim. Vit hava betri vinningar enn vanligt, 15 vinningar á lutaseðilinum, m.a. gávukort frá Atlantsflog á 2000kr, lamb í heyst og garvað skinn. Nærri lýsing á Bingobólkinum á facebook. 

Pensjónistafelagið


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder