Vinna

Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka

Fyrsti ársfjórðingur royndist væl hjá Føroya Banka-samtakinum, sum í dag kunnger roknskapartølini fyri ársins fyrstu tríggjar mánaðir. Avlopið gjørdist 56 mió. kr.

2026-04-30 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

“Vit eru fegin um góðu gongdina higartil í ár, sum millum annað inniber eina hækking í innlánum, útlánum, realkredittlánum og góð tryggingarúrslit hjá Trygd. Harumframt eru vit eisini fegin um, at tað gongur væl hjá bæði privatkundum og vinnukundum, og vit byrja árið við at afturføra niðurskrivingar. Hóast gongdin er góð, og væntanirnar fyri restina av árinum eru góðar, so slepst ikki undan at nevna geopolitiska órógvið, sum skapar eina ávísa óvissu, sum so ella so kann ávirka okkum og okkara kundar, men hetta er sjálvsagt nakað vit fylgja og leggja upp fyri,” sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Økt kundavirksemi

Hyggja vit nærri eftir roknskapartølunum, so er gongdin góð á so at siga øllum mótum. Virkisvavið, sum sigur nakað um samlaða virksemið hjá samtakinum, er hækkað 7% síðani sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin í virkisvavinum kemst í høvuðsheitum frá, at útlánini eru hækkað 5%, innlánini eru hækkað 8% og realkredittlánini eru hækkað 6% síðani sama tíðarskeið í fjør. Hækkingin í realkredittláni stavar eitt nú frá vinnukundum, sum nevniliga hava møguleika at fáa realkredittfígging í bankanum.
Í fjør vóru metnógvir kundar, sum keyptu og seldu virðisbrøv í netbankanum, og góða gongdin er hildin fram í 2026. Eisini hava vit higartil í ár sæð, at alsamt fleiri kundar velja at seta sína pensjón í íløgur og sostatt betra um møguleikarnar at fáa størri avkast av pensjónini.

Útlitini fyri restina av árinum

Hyggja vit eftir komandi mánaðunum, so eru útlitini sum heild góð. Tó so kann inflatiónin væntast at hækka orsakað av geopolitisku støðuni, og sostatt er eisini sannlíkt, at nakrar rentuhækkingar eru fyri framman. Ítøkiliga kunnu tvær rentuhækkingar væntast í ár.
“Hóast vit hava verið vitni til støðuga geopolitiska óvissu seinastu árini, so hava okkara kundar staðið seg væl. Vit hava ongar ábendingar um, at okkara kundar ikki klára ella fara at klára at svara sínum skyldum. Tó so leggja vit nógva orku í at ráðgeva okkara kundum væl. Til dømis mæla vit nógvum av okkara kundum til at velja fasta rentu, tí vit vita, at renturnar kunnu sveiggja, og tá er ein ávísur tryggleiki í at hava fasta rentu og vita akkurát, hvat tú skalt rinda aftur,” sigur Turið F. Arge, forstjóri. Hyggja vit eftir væntanunum fyri gongdina hjá samtakinum, so væntar leiðslan, at nettoúrslitið fyri 2026 verður millum 195 og 235 mió. kr.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt var 56 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 56 mió. kr.
  • Útlánini vóru 9,8 mia. kr.
  • Innlánini vóru 11,1 mia. kr.
  • Realkredittlánini vóru 3,1 mia. kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder