Mentan

Hensar’sa Pakkhús hevur fingið nýtt lív

Tað er nakað serligt við gomlum húsum, sum aftur byrja at anda. Tá ljós verður tendrað í rúmum, ið hava staðið køld og tóm í nógv ár, og fólk aftur fara at hittast rundan um kaffiprát og arbeiði, tá verður søga ikki bara varðveitt – hon verður livd.

2026-05-29 15:00 Author image
Vága kommuna
placeholder

Soleiðis er eisini við kjallaranum í Hensar’sa Pakkhúsi í Sandavági, har ein arbeiðsbólkur við sjálvbodnum monnum seinastu trý árini miðvíst hava arbeitt við at seta rúmið í stand og hava skapt eitt nýtt tilhaldsstað í kjallarinum í gamla pakkhúsinum. Arbeiðið er gjørt við virðing fyri gamla bygninginum, sum ikki er friðaður, men varveitingarverdur og ein týdningarmikil partur av søguni í Sandavági.

Undirhúsið er eitt dagligt tilhald fyri menn, ið eru farnir um eftirlønaraldur – eitt stað har teir kunnu hittast til kaffiprát, kortspæl og felagsskap. Men arbeiðið hevur eisini havt ein størri týdning enn bara sjálvt rúmið. Tað hevur skapt ein arbeiðsfelagsskap og eitt felags mál, har menn hava lagt nógva tíð og sjálvbodna arbeiðsmegi í at geva gamla kjallaranum nýtt lív.

Í ovaru hæddunum goymir pakkhúsið eisini nógv av lokalari søgu. Har hevur Sandavágs Fornminnafelag hópin av fornlutum, og saman við arbeiðsbólkinum er ætlanin at skipa ovaru hæddirnar til framsýningar við søguligum tilfari. Soleiðis verður Hensar’sa Pakkhús ikki bara eitt savn yvir tað, sum var, men eisini eitt hús har søga, felagsskapur og gerandislív hittist.

Og longu nú fer staðið eisini at verða brúkt til mentanarlig tiltøk. Leygardagin 30. mai kl. 14.00 verður forkunnug útgávukonsert í Hensar’sa Pakkhúsið, tá Poulsen Brothers, saman við navnframa íslendska saxofonleikaranum Óskari Guðjónssyni (kendur úr superbólkinum Mezzoforte, og AdHd), fara at framføra í kjallaranum.

“Sál” er ein útgáva, sum sameinir tríggjar sterkar tónleikarapersónligheitir í einum opnum og livandi samanspæli. Løgini eru skrivað við rúmi fyri improvisatión og nærveru, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki. Á útgávukonsertini verður høvi at uppliva tónleikin júst har hann livir best – á pallinum og tætt upp at áhoyrarunum. Í serliga hugnaligu kørmunum í Hensar’sa Pakkhúsi verður hetta ein konsert, har bæði nýggja útgávan og sjálvt staðið fáa møguleika at koma rættiliga til sín rætt.

Konsertin verður eitt gott dømi um, hvussu arbeiðið hjá teimum sjálvbodnu hevur skapt eitt nýtt samlingsstað í bygdini – har søga, felagsskapur og mentan møtast undir sama taki. Konsertin er ókeypis og partur av mentanarmánaðinum Undurfagra mai hjá Vága kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder