Politikkur

Her eru 405 milliónir at spara Ruth

Tað eru nógvir pengar at spara við at gera ein Sandavágstunnil og veg omanfyri Miðvág og Sandavág í staðin fyri ein Vatnsoyrartunnil.

Her er dømi uppá hvussu ein umfarðsvegur kann síggja út

Her er dømi uppá hvussu ein umfarðsvegur kann síggja út

2025-12-26 18:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Herfyri setti samgongulimurin í Vágum, sum er Jóhannis Joensen, Ruth Vang ein §52 fyrispurning í løgtinginum. Har spurdi hann millum annað:

  • Nær er ætlanin at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága Floghavn?
  • Við økta ferðafólkatrýstinum um flogvøllin frameftir, metir landsstýriskvinnan so, at farleiðin til og frá flogvøllinum er nøktandi fyri borgararnar í Vága kommunu?

Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum svaraði m.a. (Sí alt svari her.)

“Fyribils útrokningar vísa, at Vatnsoyrartunnilin er ein skilagóð íløga. Ein kostnað-nyttu greining av Vatnsoyratunlinum vísir, at nyttan er størri enn kostnaðurin av at gera og reka íløguna. Sostatt er hetta ein lønandi íløga í mun til verandi farleið.

Talan er um stórar íløgur, og tað verður trupult at fáa játtan til at fáa ein nøktandi farleið á Vágum næstu árini. Vónandi ber til at fáa eina semju um eina langtíðarløguætlan, har ein av nevndu verkætlanum er við.”

Tað undrar meg, at landsstýriskvinnan í samferðslumálum, sum eisini er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, bert nevnir Vatnsoyrartunnilin. Tað er sama landsstýriskvinna, sum hevur tosað um haldførið aftur og aftur seinastu árini.

Í 2019 kom Landsverk við einari samferðsluætlan fyri Føroyar, og har var vegakervið í Vágum eisini nevnt. Landsverk mælti tá til at gera ein Sandavágstunnil við einum vegi omanfyri Miðvág og Sandavág.

Eg setti meg í síðstu viku í samband við Landsverk, og bað um eina prísmeting á Sandavágstunnlinum við vegi omanfyri Miðvág og Sandavág og Vatnsoyrartunnlinum.

Tølini skulu takast við einum fyrivarni, men tað eru ógvuliga nógvir pengar at spara, og hædd eigur eisini at takast fyri farðleiðini til Sandavágs og Miðvág.

Løgtingið samtykti í síðstu viku, at Landsverk fær eina játtan til at kanna hesa farðleiðina betri, so møguliga kunnu vit um hesa tíðina komandi ár siga, at vit kenna so mikið meir til farðleiðina, at vit kunnu siga longdirnar rættiliga neyvt, og kanska lækka váðan nakað, um øll viðurskifti annars síggja út til at vera góð - skrivar Fríðrik Heinesen, Sivilverkfrøðingur á Landsverki til mín fyrispurning.

Víðari svarar Fríðrik, áðrenn forkanningar eru gjørdar, so verður mælt til, at brúka eitt váðaískoyti á 40% til tunlar, og við tí og einari meting á longd verður mett at ein Vatnsoyrartunnil kostar 405 milliónir meira enn ein Sandavágstunnil við vegi omanfyri Miðvág og Sandavág

Sandavágstunnil og vegur omanfyri Miðvág og Sandavág kostar 725 milliónir.

Vatnsoyrartunnil kostar 1130 milliónir.

Eg meti, at ein Sandavágstunnil og vegur omanfyri Miðvág og Sandavág er ein nógv betri loysn tá ið hugsað verður um borgarnar í Sandavági og Miðvági eisini. Fyribilstøl vísa eisini, at tann loysnin er nógv bíligari enn ein Vatnsoyrartunnil.

Jóanis Albert Nielsen

Varaborgarstjóri í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder