Politikkur

Fíggjarlógin er samtykt

Øll í løgtinginum stemmaðu fyri at seta pengar av til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin.

2025-12-18 20:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 var til 3. viðgerð í løgtinginum í dag. Fundurin skuldi byrjað klokkan 10, men byrjaði ikki fyrrenn klokkan 15:10 tí 12. broytingaruppskot komu.

Klokkan 20 var orðaskiftið liðugt. Einki av uppskotunum sum anstøðan sjálv legði fram bleiv samtykt. Trý broytingaruppskot blivu samtykt, har var m.a. samtykt

  • 1 mió kr. til Varpið í Klaksvík.
  • 2,4 mió kr. til at fyrireika tunnil til Vestmanna.
  • 2,4 mió kr. til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin
  • Játtanin til Gøtudalstunnilin verður lækkað við 100 tkr.
  • Játtanin til Maritiman mentanardepil í Vági verður strikað.
  • 500 tkr til at stuðla stovnan av løggildum sláturhúsið.
  • Játtanin til Tjóðsavnið verður lækkað við 1 mió kr.

Fíggjarlógin bleiv samtykt við 25 fyri, tveimum ímóti og fimm vóru blankar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder