Nýggja ABC samgongan fær at hava sjey landsstýrisfólk.
Fólkaflokkurin fær trý, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey í part.
Beinir Johannesen verður løgmaður, umframt Beinir so koma Bárður á Lakjuni og Jacob Vestergaard í landsstýrið.
Bárður skal umsita menta- og skúlamál.
Jacob skal umsita vinnumál.
Hjá Sambandsflokkinum fara tey bæði við flestu atkvøðunum í landsstýrið.
Bárður á Steig Nielsen verður landsstýrismaður í uttanríki- og fiskivinnumálum.
Eyðdis Hartmann Niclasen verður landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Fyri Javnaðarflokkin koma tvey av teimum sitandi landsstýrisfólkunum innaftur.
Aksel V. Johannesen fer at umsita fíggjarmál.
Margit Stórá verður landsstýriskvinna í almannamálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald