2025-09-22 08:10

Av løgreglustøðini verður í morgun sagt, at ein útlendingur fekk í gjár ein straksdóm, tí tá ið hann kom til Føroyar leygarkvøldið vísti tað seg, at hann hevði rúsevnir uppiá sær. Løgreglan upplýsir, at talan var um hassj, og nøgdin var 785,99 gramm.
Í Kollfjarðadali var ein bilurin steðgaður gjáramorgunin. Tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann blásti væl omanfyri tað loyvda.
Í Suðuroynni hevði ein persónur skotið 2-3 ferðir millum hús. Tað var ongantíð nakar vandi á ferð, tí skotið var inní ein bakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald