2025-05-14 10:59

Ítróttatingið 2025 - Hvussu styrkja vit venjaraleiklutin í føroyskum ítrótti?
Tann 27. mai (Tórshavn) og 28. mai (Klaksvík) bjóðar ÍSF til tvey almenn Ítróttating 2025, har evnið verður VENJARIN.
Endmálið er at geva ítróttafeløgum og øðrum áhugaðum í Føroyum íblástur til at styrkja venjaraleiklutin í føroysku ítróttafeløgum.
Hvussu gera vit tað lættari at gerast og vera venjari? Hvussu menna vit dygdargóðar venjarar? Og hvussu skapa vit karmar, har venjarar trívast, mennast og verða virdir, sum lyklapersónar í føroyskum ítrótti?
Claus Dalgaard-Hansen hevur drúgvar og ógvuliga spennandi royndir og kemur at geva okkum góð ráð og íblástur. Seinastu árini hevur hann virkað sum talentmennari fyri norska hondbóltssambandið, har hann bæði arbeiðir beinleiðis við leikarum og við at styrkja menningararbeiðið hjá feløgum.
Kvøldini eru viðkomandi fyri allar ítróttagreinar, nevndarlimir, venjarar, foreldur og onnur áhugað.
TIltøkini eru ókeypis men krevja tilmelding á www.atgongumerki.fo
Melda til tiltakið í Tórshavn tann 27. mai. Evnið: "Hvussu skapa vit góðar venjarar, og hvussu fáa vit fleiri at velja venjaraleiðina?"
Melda til tiltakið í Klaksvík tann 28. mai. Evnið: "Hvussu skapa vit mennandi venjingarumhvørvi fyri okkara ungdóm?".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald